BankNordik stuðlar Tórshavn Boksing

Tórshavn Boksing og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur stuðul hjá boksifelagnum. Tórshavn Boksing er einasta boksifelag í landinum, og tí er tað bæði stuttligt og gevandi at vera við til at menna hesa nýggju ítróttargreinina. BankNordik verður sostatt við til at stuðla einum felagi í menning og fer at verða ein sjónligur partur av boksifelagnum.

Ynski við stuðulsavtaluni er at geva Tórshavn Boksing betri møguleikar og karmar at menna bæði felagið og limirnar.

Turið F. Arge, rakstrarstjóri hjá BankNordik, og umboð fyri Tórshavn Boksing hittust herfyri fyri at undirskriva stuðulsavtaluna. 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv