BankNordik høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Fimleikafelag

Tvøroyrar Fimleikafelag og BankNordik hava skrivað undir avtalu, ið inniber, at BankNordik verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Tvøroyrar Fimleikafelag. BankNordik verður sostatt við til at stuðla einum virknum felagi og fer at verða ein sjónligur partur av fimleikafelagnum.


Eydis Kjærbo, deildarleiðari hjá BankNordik á Tvøroyri, og Sára Olsen, forkvinna í Tvøroyrar Fimleikafelag, møttust í farnu viku at undirskriva høvuðsstuðulsavtaluna.


Nýggja høvuðsstuðulsavtalan fer ynskiliga at virka fyri betri møguleikum at menna allar íðkarar, limir og venjarar í felagnum.


Tvøroyrar Fimleikafelag bjóðar eitt dygdargott tilboð til fólk í øllum aldri á allari Suðuroynni, har dentur verður lagdur á at bøta um heilsuna og at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Tí eru vit í BankNordik sera fegin um nýggja samstarvið.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv