Broyttar avgreiðslutíðir

Alsamt fleiri kundar brúka tær mongu sjálvgreiðslutænasturnar og talgildu gjaldsloysnirnar, sum gera tað møguligt at avgreiða tey flestu peningaligu viðurskiftini uttan at koma inn í bankan. Í tí sambandi er tørvurin á at brúka avgreiðsluna í bankanum – t.d. til at gjalda rokningar - minkaður munandi seinastu árini. Tí verður avgreiðslutíðin nú lagað eftir broytta tørvinum.

Samstundis víðka vit ráðgevingartíðirnar á okkara deildum, soleiðis at tað frameftir ber til at koma á fund við ráðgevan allar gerandisdagar kl. 9-16 umframt eftir avtalu.

Kundaráðgeving
Mánadag – fríggjadag kl. 9-16 umframt eftir avtalu

Telefontíðir
Mánadag – fríggjadag kl. 9-16

Avgreiðsla*
Týsdag kl. 10-12
Hósdag kl. 14-16


* T.e. hjálp til m.a. at gjalda rokningar, girokort, gera flytingar, taka pening út og seta pening inn við avgreiðsluna í bankanum.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv