KT-ráðgevi

BankNordik søkir eftir einum ábyrgdarfullum og tænastusinnaðum KT-ráðgeva.

Sum KT-ráðgevi ert tú partur av KT og Analysu-deildini, og tú kemur at geva títt íkast til at menna og røkja KT-kervið hjá BankNordik samtakinum í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Um starvið

Sum KT-ráðgevi í BankNordik verður tú ein týðandi viðleikari í arbeiðinum at tryggja eitt vælvirkandi og trygt KT-kervi.

Tú verður við til at reka og supportera KT til allar brúkarar í samtakinum. Harumframt verður tú partur av bæði stutt- og langtíðarverkætlanum.

Tínar uppgávur verða fyrst og fremst:

  • at umsita og ansa eftir KT-infrastrukturi og telefontøkniskum loysnum

  • at bíleggja, rigga til og seta upp KT-útgerð

  • at veita tøkniliga hjálp til brúkarar

  • at vera við í verkætlanum sum tøkniligur ráðgevi

Starvsstaðið er í Tórshavn, men tú fert at ferðast nakað til deildirnar í Føroyum í samband við starvið.

Um teg

Vit leggja dent á, at tú hevur hesar fakligu førleikarnar:

  • hevur eina viðkomandi útbúgving ella arbeiðsroyndir innan KT-økið

  • hevur kunnleika og royndir innan rakstur og support av Windows

  • hevur hollar royndir innan rakstur og support av Windows-klientum

  • hevur góðan kunnleika til LAN/WAN-tøkni

  • hevur kunnleika til Office 365 og Microsoft Cloud

  • hevur grundleggjandi kunnleika til KT-trygd

Tað er ikki eitt krav, at tú hevur fleiri ára royndir, men tú mást hava áræði, hug og viljan at læra. Eisini skalt tú hava tað gott við at samskifta við okkara starvsfelagar, bæði í Føroyum, Danmark og Grønlandi.

Harumframt leggja vit dent á, at tú hevur hesar persónligu eginleikarnar:

  • Fyrikomandi og tænastusinnað/ur

  • Góð samstarvsevni og dugir samstundis væl at arbeiða sjálvstøðugt

  • Áhuga at seta teg inn í nýggj øki

  • Dugir at síggja møguleikar fram um avbjóðingar

Vit bjóða

Eitt sjálvstøðugt starv, har tú saman við tínum starvsfeløgum fært møguleika fyri at menna og mynda økið, har tín leiklutur serliga verður at veita innanhýsis KT-support og loysa KT-trupulleikar.

Starvið er avbjóðandi, men tú fært frælsi til at loysa uppgávurnar soleiðis, sum tú ynskir og kanst fylgja uppgávunum heilt á mál.

Setanartreytir verða avtalaðar eftir royndum og førleikum.

Um BankNordik

BankNordik samtakið hevur deildir í Grønlandi, Danmark og í Føroyum. Í samtakinum starvast fleiri enn 400 starvsfólk, og vit leggja stóran dent á, at okkara starvsfólk trívast og mennast. Vit leggja okkum eisini eftir at seta dugnalig, ágrýtin og fjølbroytt starvsfólk, og vit eru tilvitað um kynsbýtið í okkara leiðslu og á okkara deildum.

Umsókn

Skrivlig umsókn við lívsrensli og viðkomandi prógvum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 17. september 2020.

Tú kanst søkja starvið her.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Inga Vestergaard, deildarleiðara, á telefon 230360 ella á iv@banknordik.fo.