Danska virksemið er nú selt

Í januar góðkendu donsku kappingarmyndugleikarnir og Fíggjareftirlitið søluna av danska virkseminum hjá BankNordik til Spar Nord.

Í dag, 1. februar, eru peningastovnarnir vorðnir samdir um, at allar treytir í søluavtaluni, ið varð gjørd tann 22. desember, eru loknar. Sostatt er sølan av danska virkseminum í dag endaliga framd.

Frameftir fer BankNordik at leggja seg eftir at varðveita góðu marknaðarstøðuna í Føroyum umframt virka fyri at tryggja lønandi vøkstur í Grønlandi.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv