BankNordik broytir fíggjarligu væntanirnar til árið

BankNordik hevur í dag boðað keypskálanum frá, at úrslitið eftir skatt fyri 2021 væntandi verður millum 190 og 220 mió. kr. Upprunaliga væntaði bankin millum 150 og 200 mió. kr. eftir skatt.

Útlitini fyri árið eru batnað, av tí at kundar bankans í fyrra hálvári hava klárað seg betur enn væntað, og tískil hava niðurskrivingarnar verið lægri enn mett. Harumframt hava inntøkurnar í fyrra hálvári verið nakað betri enn upprunaliga væntað.

Sølan av danska virkseminum, sum varð framd tann 1. februar, gevur bankanum 90 mió. kr. í vinningi. Talan er um eina stakinntøku, ið er íroknað væntaða ársúrslitið eftir skatt.

Roknskapurin hjá BankNordik fyri fyrra hálvár verður kunngjørdur tann 4. august.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv