Spar saman uttan at gjalda negativa rentu

Sum nakað nýtt ber nú til hjá tær sum privatkunda at hava eina samansparingarkontu uttan at gjalda negativa rentu. Kontan er ætlað tær, ið hevur møguleika at binda peningin í minst 12 mánaðir, og sum vilt sleppa undan at gjalda negativa rentu.

Stutt um nýggju samansparingarkontuna

  • Rentan er 0%
  • Kontan hevur 12 mð. uppsøgn
  • Í minsta lagi 100.000 kr. skulu setast inn á kontuna
  • Í mesta lagi 5.000.000 kr. kunnu standa á kontuni

 

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv