Málið er at minka CO2-útlátið við 50% í 2025

BankNordik hevur sett sær fyri at minka CO2-útlátið, ið stavar frá virkseminum hjá samtakinum, við 50% í 2025. Málið skal røkkast við at leggja um til elbilar og grønar orkuskipanir umframt við føroysku streymframleiðsluni, ið fer at gerast alsamt grønari komandi árini.

Í dag hevur BankNordik kunngjørt, at viðskiftafólkini hjá bankanum frá 1. apríl kunnu fáa eina bíligari lánsrentu við nýggja, grøna bústaðarláninum, um tey hava eini hús ella eina íbúð, ið verða hitað við varandi orku. Endamálið við nýggja átakinum er at styðja upp undir grøna orkuskiftið við at gera tað lættari hjá viðskiftafólkum at velja grønar orkuloysnir í staðin fyri oljufýring.

Máta og upplýsa orkunýtslu

Tað eru tó ikki bara viðskiftafólkini, ið skulu hjálpast á eina grønari kós. Eisini innanhýsis í BankNordik-samtakinum hevur burðardygd fingið alsamt størri týdning, og í 2020 varð farið undir at máta orkunýtsluna og CO2-útlátið, ið stavar frá virkseminum hjá samtakinum. Tá ið ársroknskapurin og CSR-frágreiðingini vórðu kunngjørd tann 26. februar, valdi bankin samstundis at upplýsa 14 sonevnd ESG-lyklatøl (Environmental, Social & Governance). Hesi lyklatøl verða brúkt til at lýsa, hvørja ávirkan virksemið hjá samtakinum hevur á bæði umhvørvi og fólk. Endamálið er at skapa gjøgnumskygni umframt at gera tað møguligt hjá greinarum og øðrum áhugaðum at fylgja við í, hvussu samtakið stendur seg í mun til ávirkanina á umhvørvið og í mun til starvsfólk og leiðslu.

Gera íløgur í elbilar og grønar orkuskipanir

Leiðslan í BankNordik hevur nú sett sær sum mál, at CO2-útlátið hjá samtakinum skal vera minkað við 50% í 2025. Eisini er ein ítøkilig ætlan løgd, ið skal tryggja, at málið verður rokkið. Eitt nú skulu allir bilarnar hjá samtakinum skiftast út við elbilar, og oljufýringar skulu leggjast um til grønar orkuskipanir. Harumframt hevur tað alstóran týdning, at SEV sum ætlað fer at veita grønari streym komandi árini.

“Við at bjóða viðskiftafólkunum lán, ið gera tað bíligt og lætt at velja umhvørvisvinarligar loysnir til bústað og bil, og við at leggja um til grønar loysnir í okkara egna virksemi, kunnu vit geva okkara íkast til at stuðla undir grøna orkuskiftið,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

  1. Í CSR-frágreiðingini fyri 2020 ber til at lesa, hvussu samtakið arbeiðir við samfelagsábyrgd og burðardygd
  2. Í ESG-frágreiðingini fyri 2020 ber eitt nú til at fáa innlit í umhvørvislyklatøl og mál hjá samtakinum 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv