BankNordik bjóðar 9. flokkum til Pengadagin

Tað henda nógvar fíggjarligar broytingar hjá børnunum, tá tey gerast tannáringar. Tey gerast alsamt meira sjálvstøðug, hava kanska fingið fyrsta starvið og skulu nú brádliga taka nakrar fíggjarligar avgerðir sjálvi. Samstundis kunnu orð og hugtøk sum lán, renta, ÁKP og rættindi á arbeiðasmarknaðinum tykjast fløkt, hóast tey kunnu hava avgerandi ávirkan á fíggjarstøðuna hjá tí einstaka. Tí er umráðandi, at fólk – frá tí tey eru heilt ung- fáa grundleggjandi vitan um pengar, soleiðis at tey sleppa undan fíggjarligum fellum og hava neyðugu vitanina til at taka røttu fíggjarligu avgerðirnar. Tí hevur BankNordik tikið stig til pengadagin, sum er fyri allar næmingar í 9. flokki. Endamálið við Pengadegnum er at undirvísa ungum í fíggjarligum viðurskiftum, sum ofta kunnu tykjast rættiliga fløkt og fjar, á ein lættan og viðkomandi hátt. Allir skúlar hava fingið innbjóðing til Pengadagin. Tað eru ráðgevar í BankNordik, sum standa fyri undirvísingini, og skúlarnir kunnu longu nú melda 9. flokkar til skúlavitjanirnar, sum verða í oktober- og novembermánaði.

Til Pengadagin verður millum annað undirvíst í:

  • Inntøkum og útreiðslum
  • Løn, skatti og rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum
  • Lán og rentu
  • Hvussu ein heldur skil á sínum pengum
  • Talgildum pengum og tryggari atferð á netinum

Tey ungu hava ov lítið innlit í síni fíggjarviðurskifti

Vit síggja nógv í fjølmiðlunum her heima og í fjølmiðlum uttanlands, at tey ungu vita ov lítið um síni rættindi á arbeiðsmarknaðinum og síni fíggjarviðurskifti sum heild. Dagliga møta tey lýsingum og bíligum loysnum á sosialum miðlum og bløðum, sum kunnu tykjast lokkandi, men sum kanska ikki altíð gagna teimum. Tí er tað umráðandi, at tey ungu fáa undirvísing í, hvussu ein heldur skil á síni fíggjarstøðu og sleppur undan fíggjarligum fellum.


Les meira um pengadagin her


Nærri upplýsingar og tilmelding

Rannvá Lützen, 230479, rol@banknordik.fo



Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv