Rune Nørregaard sagt seg úr starvi

Kreditt- og fíggjarstjórin í BankNordik-samtakinum, Rune Nørregaard, hevur sagt seg úr starvi. Hann fer í nýtt leiðslustarv hjá danska vinnubankanum kompasbank 1. desember.

“Eg harmist um, at Rune hevur valt at siga seg úr starvi, og tað er eingin ivi um, at tað er ein sera stórur missur fyri samtakið. Hann hevur havt ein týðandi leiklut í at menna BankNordik til eitt lønandi og effektivt samtak, síðani hann byrjaði í starvinum í 2009, og í 2012 gjørdist partur av samtaksleiðsluni. Vit virða tó hansara ynski um at royna nýggjar leiðir, og vit takka honum fyri tað megnararbeiðið, ið hann hevur gjørt fyri samtakið,” sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Kompasbank er ein lutfalsliga nýggjur danskur vinnubanki, og í nýggja starvinum fer Rune at hava ábyrgd av váðastýring og verður harumframt ein partur av leiðslu bankans. Rune heldur fram sum kreditt- og fíggjarstjóri í BankNordik til 30. november. Tilgongdin at finna nýggjan kreditt- og fíggjarstjóri byrjar, tá ið nýggjur forstjóri fyri samtakið er funnin.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv