Freistir í sambandi við flytingar

Niðanfyri sært tú, hvørjar freistir eru galdandi, um tú skalt flyta lønir ella gera aðrar peningaflytingar innanlands og uttanlands í 2022.

Lønarflytingar

  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri jól: hósdagin 22. des. kl. 15.30
  • Lønir, ið skulu vera á kontu hjá móttakara fyri árslok: hósdagin 29. des. kl. 15.30

Vanligar flytingar fyri jól

  • Flyting til aðra kontu í BankNordik: fríggjadagin 23. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 22. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 23. des. kl. 11.
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í seinasta lagi mikudagin kl. 15.30.

Vanligar flytingar fyri nýggjár

  • Flyting til aðra kontu í BankNordik: fríggjadagin 30. des. kl. 18.30
  • Flyting til kontu í øðrum peningastovni: hósdagin 29. des. kl. 18.30
  • Flyting sama dag: fríggjadagin 30. des. kl. 11.
  • Skundflyting: freistin veldst um, hvønn peningastovn flytast skal til

Um tú vilt tryggja tær, at flytingin kemur á kontu hjá móttakara sum ætlað, er tað skilagott at gera flytingina í seinasta lagi mikudagin 28. des. kl. 15.30.

Uttanlandsflytingar

  • Flytingar til/frá útlondum fyri jól: fríggjadagin 23. des. kl. 12.
  • Flytingar til/frá útlondum fyri árslok: fríggjadagin 30. des. kl. 12.

 

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv