Sort hvidt billede af en lommeregner og et regnskab

Rentuhækking og nýggjar hárentukontur

Eftir at evropiski miðbankin og danski tjóðbankin í síðstu viku aftur hækkaðu rentuna, fer BankNordik eisini at hækka innlánsrentur og útlánsrentur.

Rentur á vanligum innlánskontum, t.d. lønarkontum og rakstrarkontum, verða ikki broyttar, meðan rentur á samansparingar- og pensjónskontum hækka við upp til 0,30%-stigum p.a., og útlánsrentur hækka við upp til 0,30%-stigum p.a. hjá bæði privat- og vinnukundum.

Rentubroytingin fær gildi fyri vinnukundar tann 16. januar og fyri privatkundar tann 31. januar, og lýst verður í bløðunum í næstum.

Nýggjar hárentukontur

Í nýggja árinum verður møguligt hjá privat- og vinnukundum at fáa eina serliga lagaliga rentu, um peningurin verður sett inn á eina bundna hárentukontu í tvey ella trý ár.
Privatkundar skulu seta í minsta lagi 50.000 kr. inn, og vinnukundar skulu seta í minsta lagi 100.000 kr. inn. Einki hægstamark er fyri, hvussu nógv kann setast inn á hárentukonturnar.

  • Hárentukonta bundin í tvey ár: 1,75% í fastari árligari rentu til 01.02.2025
  • Hárentukonta bundin í trý ár: 2,25% í fastari árligari rentu til 01.02.2026

Tað ber til at stovna og seta inn á hárentukontu í tíðarskeiðinum frá 16. januar til 28. februar 2023. Bankin kann tó til eina og hvørja tíð velja at stytta stovningartíðarskeiðið.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv