Nýggj íløguloysn

Í dag taka vit nýggja talgilda íløguloysn í nýtslu í samstarvi við Saxo Bank. Talan er um eina nútímans og brúkaravinarliga loysn, ið fer at gera tað lættari hjá tær at keypa og selja virðisbrøv.

Umframt møguleikan at keypa og selja virðisbrøv kanst tú eisini lesa kunningartilfar, fáa íblástur og ogna tær nýggja vitan um virðisbrævamarknaðirnar sum heild.

Innritan í Netbankanum

Tú ritar inn í handilspallin umvegis nýggja Netbankan við at velja Íløgur og síðan trýsta á bláa kassan. Um tú longu frammanundan hevur virðisbrøv í opnari goymslu, hevur tú eina íløgukontu, ið er knýtt at tínari virðisbrævagoymslu. Hevur tú fleiri goymslur, hevur tú eina íløgukontu til hvørja goymslu.

Tørv á hjálp?

Vit eru framvegis í holt við at menna handilspallin, og tí kanst tú vænta, at tillagingar fara at verða gjørdar komandi tíðina. Vit hava savnað spurningar og svar, ið kunnu hjálpa tær at læra at brúka vanligastu funkurnar í skipanini. Hevur tú tørv á hjálp til eitthvørt, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á ilogur@banknordik.fo ella tel. 330 330.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv