Virðisbrævahandlar ávirkaðir 14.-19. juni

Í næstum skifta vit til framkomnu íløguloysnina hjá Saxo Bank. Harvið fært tú sum kundi hjá okkum atgongd til eina nýggja handilsskipan, ið fer at gera tað lagaligari at keypa og selja virðisbrøv.

Meðan skiftið fer fram, verður neyðugt at steingja fyri øllum virðisbrævahandlum frá týsdegnum 14. juni kl. 16 til sunnukvøldið 19. juni kl. 23. Vit vóna, at alt gongst eftir ætlan, og at tú aftur kanst keypa og selja virðisbrøv mánamorgun 20. juni frá kl. 9.

Hevur tú spurningar í hesum sambandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á ilogur@banknordik.fo ella telefon 330 330.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv