Moody's givið BankNordik góða meting

Kredittmetingarfyritøkan Moody’s fer nú aftur at gera regluligar metingar av BankNordik. Sostatt fer Moody’s frameftir javnan at kunngera, hvussu trygt tað er hjá kundum og íleggjarum at seta pening í BankNordik.

Fyrsta metingin frá Moody’s er “A2”, sum er ein góð meting við lágum váða og góðum útlitum. Metingin varð kunngjørd 21. mars 2022

Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik. Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

 


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv