Útlitini fyri árið batnað

Gongdin hjá BankNordik higartil í ár hevur verið betri enn upprunaliga væntað. Tískil hevur bankin í dag boðað keypskálanum frá, at ársúrslitið eftir skatt væntandi fer at vera 160-190 mió. kr. í staðin fyri 130-160 mió. kr., sum metingin var við ársbyrjan.

Kundarnir eru sum heild væl fyri, og tí hevur bankin afturført niðurskrivingar, samstundis sum grundraksturin er batnaður.

Roknskapurin hjá bankanum fyri fyrra hálvár verður kunngjørdur 4. august 2022.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv