Kanning: Fólk vita lítið um lán til orkusparandi loysnir

70% siga seg ikki vita, um teirra peningastovnur veitir serlig lán til elbil. Tað vísir nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri BankNordik.

Kanningin vísir eisini, at knapt 45% heldur ikki vita, hvørt teirra peningastovnur veitir serlig lán til orkusparandi loysnir til bústaðin. Harumframt siga heili 74% av teimum spurdu seg ikki vita, um tey í sínum peningastovni hava møguleika til at seta sína samansparing í burðardyggar íløgur.

 

Fleiri lánsmøguleikar til orkusparandi loysnir

Vit bjóða okkara kundum bæði elbillán, lán til orkusparandi loysnir til bústaðin og eisini møguleikan at seta pening í burðardygg virðisbrøv. Okkara nýggjastu tøl vísa, at eftirspurningurin eftir lánum til orkusparandi loysnir er alsamt vaksandi – og serliga síðani at oljuprísirnir byrjaðu at hækka. Tað eru sostatt fleiri føroyingar, sum velja at keypa elbil og at gera orkusparandi ábøtur á bústaðin.

Tú kanst lesa meira um okkara burðardyggu møguleikar til tín her.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv