Útlendskar ábyrgdir 

Tá títt virki handlar uttanlands, eru ofta krøv frá báðum síðum um, at ein ella fleiri ábyrgdir verða veittar.

Hvat er ein útlendsk ábyrgd?

Ein útlendsk ábyrgd er eitt skjal, sum skal tryggja virkinum eitt endurgjald, um sáttmálabrot verður framt. Ábyrgdin verður vanliga útflýggjað av einum banka, og kann t.d. útflýggjast sum trygd fyri gjaldi ella veiting av vørum.

Fyrimunir við eini ábyrgd

Ein ábyrgd kann vera ein fyrimunur bæði fyri keypara og seljara. Sum keypari kann títt virki sleppa undan at gjalda frammanundan, ella tað kann tryggja eitt avtalað forskot, tú kanst fáa møguleika fyri kreditti, og tú kanst fáa trygd fyri at fáa endurgjald, um seljari ikki uppfyllir týdningarmiklar skyldur.

Soleiðis virkar ein ábyrgd

Fyrst og fremst skulu keypari og seljari semjast um, hvørjar umstøður skulu tryggjast av ábyrgdini. Um ábyrgdin skal tryggja tína skyldu mótvegis mótpartinum, skalt tú biðja BankNordik stilla eina ábyrgd mótpartinum til fyrimunar. Á sama hátt kann mótparturin biðja sín banka stilla eina ábyrgd tær til fyrimunar. Fleiri ábyrgdir kunnu vera partur av sama sáttmála. Fyri at fáa stillað eina ábyrgd skalt tú útfylla eitt oyðublað um áheitan um ábyrgd, sum tú skalt senda til BankNordik. Tað krevur eina kredittjáttan at fáa stillað eina ábyrgd, tí BankNordik veitir trygd fyri gjaldinum til mótpartin.

Sløg av ábyrgdum

Tað finnast ymisk sløg av ábyrgdum við hvør sínum endamáli, ið kunnu nýtast í handli við útheimin. Ofta verða fleiri sløg av ábyrgdum nýttar í sama sáttmála. Tey vanligastu sløgini av ábyrgdum eru gjaldsábyrgd, tilboðsábyrgd, arbeiðs-/avhendingarábyrgd, forskotsábyrgd og eftirhaldsábyrgd.

Útgjald av upphædd fyri ábyrgd

Ein ábyrgd verður stillað sum ein treytaleys ábyrgd (anfordring) ella ein treytað ábyrgd. Tá ein treytaleys ábyrgd verður nýtt, skal upphæddin gjaldast út, um tann, ið hevur framíhjárættindini, setur eitt krav. Tá ein treytað ábyrgd verður nýtt, skal upphæddin harafturímóti bert gjaldast, um ábyrgdarstillarin tekur undir við tí, ella um tann, ið hevur framíhjárættindi, leggur ein dóm fram, um at bankin skal gjalda.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv