Mastercard til vinnurekandi
Mastercard Business er eitt altjóða gjaldskort, sum er ætlað fyritøkum og vinnurekandi. Kortið er sera væl egnað sum útreiðslukort og kann útflýggjast teimum starvsfólkum, í fyritøkuni, ið hava tørv á kortinum. Tryggingar eru eisini knýttar at kortinum.
Vit bjóða Mastercard Business sum Standard, Gull og Platin. Les meira um ymisku sløgini her. Les meira um Mastercard á heimasíðuni hjá LP Mastercard.

Fyrimunir við Mastercard Business
Sera væl egnað sum útreiðslukort hjá starvsfólkum.
- Kann brúkast í Føroyum og uttanlands.
- Møguleiki at velja millum Standard, Gull og Platinum kort.
- Ferðatrygging íroknað
- Hevur innbygda nándfunku, ið ger tað møguligt at rinda uttan at seta kortið í kortterminalin.
Møguleiki fyri at fáa gjald flutt aftur
Sum korthaldari hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa eitt gjald flutt aftur, sum er goldið við Mastercard Business, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður oyðublað til endamálið.