Støðan á partabrævamarknaðinum eftir eitt baldrut 2020

Korona hevur sett sín dám á 2020 og hevur ávirkað okkum øll – eisini fíggjarmarknaðin – og heimsfarsóttin hevur sett sín dám á búskapin hjá heimsins londum.

Tá ið ymsu londini lótu aftur í vár, ávirkaði hetta fíggjarmarknaðirnar nógv. Í februar- og marsmánaði fall MSCI World-indeksið við meira enn 30%. Sama tíðarskeiðið fullu renturnar á statslánsbrøvum eisini, og fyrsti ársfjórðingur í fjør var tann svárasti fyri partabrævamarknaðin síðani fíggjarkreppuna í 2008.
Partabrøvini raktu botnin 23. mars, men longu ein mánað eftir vórðu partabrøvini hækkað við 30%. Orsøkin til tess eru helst hjálparpakkarnir, sum ymsu londini hava latið.

Aftan á amerikanska forsetavalið og tíðindi um koppseting fyri koronu, hittu partabrøvini aftur nýggjar hæddir, og 2020 endaði hóast alt við einum positivum avkasti. So hóast 2020 hevur verið merkt av stórum váða og sveiggjum, so endaði avkasið á einum støði, sum vit vanliga vænta av einum miðal ári.

Góðar vónir fyri 2021

2021 hevur longu víst framgongd á partabrævamarknaðinum. Heimsindeksið er longu á 2,5%, og tað sær út til, at marknaðurin tekur forskot á koppsetingargleðina. Samstundis síggja vit, at smittutølini í USA og Evropa seta nýggj met, og fleiri og fleiri lond lata aftur, júst sum í vár.

Tað tykist tó sum um, at marknaðirnir ikki lata seg ávirka av hesum. Vit sleppa neyvan uttanum, at tað fer at taka langa tíð at basa heimsfarsóttini, og vit fara helst ikki at síggja positivar broytingar í búskaparligum og sosialum virksemi í vikunum, sum koma. Men koppsetingin fer helst at vera drívmegin fyri búskaparligari uppgongd, sum 2021 helst fer at verða merkt av. Verður hetta so, fara vit vónandi at síggja avkast á partabrævamarknaðinum í 2021, sum eitt úrslit av hægri búskaparligum virksemi og hægri inntøkum hjá fyritøkum.

Harafturat síggja vit, at rentustøðið enn er lágt, sum helst fer at hava við sær positiva gongd á rentumarknaðinum, ið síðani kann ávirka partabrævamarknaðin rætta vegin. Fyrivarni skulu tó takast – millum annað síggja vit høgar prísásetingar á partabrøvum og stóra skuld hjá fyritøkum, sum kann hava negativa ávirkan á møguligt avkast.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv