Kunning um samleikaprógv og eyðmerking í bankanum

Tað er álagt okkum at kenna okkara kundar og at vita, hvussu okkara kundar brúka okkum sum peningastovn. Tí spyrja vit millum annað um samleikaprógv, tá ið eitt nýtt felag verður stovnað sum kundi. Harafturat verða okkara vinnukundar bidnir um at kunna okkum um broytingar í felagnum/fyritøkuni, um t.d.  eigaraviðurskiftini, nevndin ella viðtøkurnar verða broytt. Javnan spyrja vit eisini inn til fíggjarviðurskiftini, so sum framleiðslu, marknaðir, yvirlit yvir viðskifti o.s.fr.

Hetta kann kanska tykjast løgið og víðfevnt, men tað er álagt okkum at tryggja, at alt er, sum tað skal. Harafturat er tað okkara samfelagsskylda at verja okkara kundar og samfelagið sum heild móti hvítvaski, fígging av yvirgangi og øðrum fíggjarligum brotsverkum. Hesi viðurskifti eru tíbetur óvanlig í Føroyum, men vit mugu øll ansa eftir.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv