Íløgur 

Partabrøv tætt við at seta met hóast korona

Koronasmittan loypti hvøkk á tey flestu. Eisini partabrævamarknaðin, sum lækkaði stívliga 30% frá februar til mars. Men síðani hava partabrøvini vunnið næstan alt innaftur. Frá mars til juni hækkaðu partabrøvini á leið 35%.

Hvussu ber tað til, tá ið nógv fólk enn eru sjúk, og búskapartølini eru so vánalig? Kurshækkingarnar á partabrøvunum kunnu tulkast sum, at íleggjarar trúgva uppá, at vit eru komin yvir tað ringasta við korona, og at tað ikki fer at koma nakað týðandi umfar av smittuni afturat. Okkara meting er, at tað í minsta lagi skal ein skjót og lýtaleys upplating av altjóða búskapinum til, um væntanirnar hjá íleggjarunum skulu halda. Um hetta ikki gerst veruleiki, kann væntast at partabrøv lækka nakað aftur.