Nú kanst tú tekna tínum starvsfólkum Tanntrygd

Við Tanntrygd kanst tú fáa upp til 80% av tínum útreiðslum til ávísar tannlæknaviðgerðir afturgoldið. Hevur tú til dømis eitt hol, sum skal viðgerast, ella skal onkur tonn kanska rótviðgerast, so er Tanntrygd hent at hava.

Tanntrupulleikar stóra ávirkan á heilsuna

Umframt tannapínu og ofta høgar tannlæknarokningar kunnu tanntrupulleikar hava álvarsligar avleiðingar við sær. Jonna Sjúrðaberg, forkvinna í Tannlæknafelagnum, vísir á, at trupulleikar í munninum kunnu ávirka heilsuna sum heild.

”Um fólk halda seg aftur at fara til tannlækna, gerst trupulleikin størri og størri – og í summum førum elvir trupulleikin til aðrar likmaligar trupulleikar. Vit síggja tíverri, at skaðin gerst óneyðuga umfatandi, um bíðað verður við neyðugari viðgerð”, sigur Jonna Sjúrðaberg.

Ítøkiliga vísir danska Tannlæknafelagið á, at bruni í munninum eitt nú kann elva til bruna aðra staðni í kroppinum, og bruni í munninum kann eisini gera varandi sjúkur so sum diabetes og liðagikt verri.

Høgar rokningar og fleiri sjúkradagar

Tá ið vit gerast sjúk og hava tørv á viðgerð, verða vit loftað av heilsuverkinum. Men tá ið vit hava trupulleikar við tonnunum, skulu vit í stóran mun rinda fyri viðgerðirnar sjálvi. Donsk hagtøl vísa, at ein dani í miðal brúkar tilsamans 140.000 kr. til tannlæknaviðgerðir. Hóast vit ikki hava líknandi hagtøl í Føroyum, so er nógv, sum bendir á, at talið er áleið tað sama fyri føroyingar.

Sambært Danmarks Statistik hava ung fólk, menn og fólk við lágari inntøku ofta truplari við at leita sær tannlæknahjálp enn eldri fólk, kvinnur og fólk við høgari inntøku. Hagtøl vísa eisini, at tanntrupulleikar kunnu hava fleiri sjúkradagar við sær.

”Vit hava so at siga eingi hagtøl fyri tanntrupulleikar og viðgerðir í Føroyum, men tað er greitt, at skjót og góð viðgerð er umráðandi, tí annars kann tað fáa stórar avleiðingar fyri tann einstaka”, sigur Jonna Sjúrðaberg.

Vilt tú vita meira um Tanntrygd?

Við Tanntrygd kanst tú tryggja tínum starvsfólkum góða, skjóta og bíliga viðgerð, sum kann betra um heilsuna og taka broddin av kostnaðinum hjá tí einstaka.

Fyritøkur kunnu tekna sínum starvsfólkum tryggingina umframt maka og børnum hjá starvsfólkum. Vilt tú vita meira um Tanntrygd, ella kundi tú hugsað tær at teknað tínum starvsfólkum tryggingina, ert tú vælkomin at ringja til Vinnudeildina hjá Trygd á 358 100. Tú kanst eisini lesa meira á www.trygd.fo/tanntrygd.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv