EKF - ein møguleiki til útflutningsvinnuna

Hjá okkum kanst tú fáa hjálp til at finna bestu loysnina, soleiðis at tú kanst víðka títt virksemi til marknaðir uttanlands uttan at seta teg í óneyðugan váða. Vit ráðgeva og hjálpa tær, og saman finna vit røttu loysnina til tína støðu. 

Vit samstarva m.a. við EKF – Danmarks Eksportkredit, ið  tekur á seg fíggjarligan váða og har við betrar um møguleikarnar hjá útflutningsfyritøkum og veitarum til útflutningsvinnuna at skaffa fígging. EKF hevur nærum 100 ár á baki og tað er danski staturin, sum eigur EKF.

 

Hvat kann EKF gera fyri tína fyritøku?

  • EKF kann veita tínum peningastovni trygd, um tín fyritøka hevur tørv á nýggjum kreditti ella láni fyri at víðka um virksemi, ið hevur við útlandið at gera. Sostatt betrast møguleikarnir at fáa fígging til tínar framtíðarætlanir fyri fyritøkuna.
  • EKF kann veita tær trygd, um t.d. ein kundi tekur eitt keyp aftur ella fer á húsagang.
  • EKF kann hjálpa tær og tínum útlendsku kundum at finna fígging. Til dømis kann EKF veita trygd til ein av tínum kundum, sum bara kann brúkast til at keypa vørur frá tær.

Tryggja tín útflutning

Sum útflytari av vørum er tað eisini týdningarmikið at tryggja útflutningin við at tekna eina trygging. Tað kann til dømis vera ígjøgnum Coface.

Tú kanst finna góð ráð og vegleiðing um sølu uttanlands á heimasíðuni hjá Dansk Industri.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv