
Stuðul
Í BankNordik arbeiða vit út frá okkara virðisgrundarlagi, sum byggir á kjarnuvirðini at vera dugnalig, eldhugað og framsøkin. Tí velja vit at lata stuðul til ymisk endamál, um hetta verður mett at hóska til virðini hjá okkum, og um avtalan kann koma báðum pørtum til góðar.
Umsóknir verða viðgjørdar fýra ferðir árliga. Næsta viðgerð verður 14. september 2023. Vit viðgera ikki umsóknir til tiltøk, sum liggja minni enn 14 dagar frá umsóknardegnum.
Vit lata ikki stuðul til:
- Námsferðir / uttanlandsferðir
- Rakstur
- Útgávur
- Almenn ella kommunal tiltøk
- Keyp av lutaseðlum

Soleiðis søkir tú um stuðul
Vit viðgera einans skrivligar umsóknir. Umsóknin skal lýsa verkætlanina, stuðul verður søktur til, og víst skal verða á:
- hvat endamálið við stuðlinum er
- á hvønn hátt vit kunnu fáa ágóða av stuðlinum
- hvørja upphædd, søkt verður um
- upplýsingar um stuðul frá øðrum