Viðgerð av persónupplýsingum

BankNordik veitir fíggjarligar heildarloysnir í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Í BankNordik skilja vit, hvussu umráðandi tað er fyri teg, at tær persónupplýsingar, sum tú letur okkum, verða handfarnar rætt. Verja av tínum persónupplýsingum er okkara ábyrgd, og hana taka vit í størsta álvara.

Her kanst tú lesa meiri um, hvussu vit innsavna, viðgera og verja tínar persónupplýsingar og um hvørji rættindi, tú hevur. Vit vita, at verja av persónupplýsingum áhaldandi skal røkjast, og tí dagføra vit av og á hesa síðu, t.d. tá ið vit broyta, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, ella tá ið vit seta nýggjar reglur ella mannagongdir í verk.

Niðanfyri lýsa vit, hvussu vit viðgera persónupplýsingar, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu. Kunna teg eisini um, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, tá ið tú:

Soleiðis savna og viðgera vit upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar okkara heimasíðu

Sum flestallar heimasíður savnar okkara heimasíða sjálvvirkandi ávísar upplýsingar um teg, tá ið tú vitjar hana. Hesar upplýsingarnar kunnu t.d. fevna um tína IP-adressu, økið hvaðani tín telda ella eind bindur seg í alnetið, hvønn kaga og hvørja stýrisskipan tú brúkar, og upplýsingar um, hvussu tú brúkar heimasíðuna, undir hesum hvørjar undirsíður tú vitjar. Vit brúka upplýsingarnar til at tillaga og menna heimasíðuna, so hon nøktar tørvin hjá teimum vitjandi. Vit kunnu eisini brúka tína IP-adressu til at finna brek á servarum okkara og til at umsita heimasíðuna, greina rák, spora hvussu tú brúkar heimasíðuna og til at savna yvirskipaðar demografiskar upplýsingar, sum vit brúka til at greina tørvin hjá vitjandi á heimasíðuni. Tá ið tú brúkar ein roknara ella fyllir oyðubløð út á heimasíðuni, goyma vit tær upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at fáa samband við teg, um tú hevur biðið um at fáa samband við ein ráðgeva. Tað kann t.d. vera títt navn, telefonnummar, teldupostbústað og bústað.

Cookies

Okkara servari sendir tínum kaga ein fyrispurning fyri at staðfesta, um kagin hevur goymt “cookies” í sambandi við undanfarnar vitjanir á heimasíðuni. Ein cookie er ein lítil dátufíla, sum verður goymd í tínum kaga, tá ið tú vitjar eina heimasíðu, so heimasíðan kennir tína teldu aftur, næstu ferð tú vitjar hana. Ein cookie er ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit. Cookies kunnu savna inn upplýsingar, undir hesum eyðmerkingarlykil, brúkarastillingar, brúkaraupplýsingar, upplýsingar um brúk av heimasíðuni og samlaðar hagfrøðiligar upplýsingar. Cookies kunnu eisini brúkast til at goyma brúkarastillingar og til at greina og meta um effektivitetin av serstøkum pørtum av heimasíðuni í samsvari við hesar leiðreglur umframt til at betra um brúkaraupplivingina.

BankNordik hevur gjørt avtalur við triðjapartsveitarar, sum geva okkum atgongd til greiningar- og søluamboð. Hesi amboð kunnu vegna BankNordik leggja cookies á tína teldu, sum gera tað møguligt at greina tína atferð á okkara heimasíðu.

Tín kagi kann hava funkur, sum gera tað møguligt at stýra cookies. Flestu nýggjari kagar kunnu t.d. ávara teg, tá ið ein heimasíða vil leggja eina cookie-fílu á tína teldu, so tú kanst nokta ella góðtaka tað. Tú kanst eisini stilla kagan til at nokta øllum cookie-fílum ella til einans at góðtaka cookie-fílur frá teirri heimasíðuni, tú vitjar (nokta triðjaparts-cookies). Legg til merkis, at um tú noktar øllum cookie-fílum, eru summar funkur á heimasíðuni ikki tøkar.

Summar cookie-fílur verða goymdar á tíni teldu, eftir at tú ert farin av síðuni. Meginparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir, men summar verða ikki strikaðar, um tær hava eina serliga funku; t.d. cookies, sum goyma frávalsstillingar. Tú kanst strika einstakar cookie-fílur ella allar cookie-fílur, sum tín kagi hevur goymt, gjøgnum stillingargluggan á kaganum.

Tá ið tú vitjar okkara heimasíðu uttan at hava noktað ella strikað cookies, góðtekur tú nýtsluna av cookies á heimasíðuni.

Cookies í Netbankanum: Cookie-fílur, sum Netbankin ger og brúkar, verða sjálvvirkandi strikaðar, tá ið tú letur kagan aftur. Tað er tí ikki nóg mikið bara at útrita úr Netbankanum fyri at strika hesar cookie-fílur. Gloymir tú at lata kagan aftur, eftir at tú hevur ritað teg út úr Netbankanum, kann innihaldið av cookie-fílunum ikki brúkast til at misnýta Netbankan. Hetta er eisini galdandi, hóast ein annar persónur ritar inn við somu teldu og kaga. Netbankin kann ikki brúkast, uttan at cookie-fílur verða lagdar á telduna. Í sambandi við at tú brúkar Netbankan hjá BankNordik, góðtekur tú samstundis, at cookie-fílur verða lagdar á tína teldu.

Flash cookies: Vit kunnu brúka flash cookies (“local shared objects”) á heimasíðu okkara. Flash cookies verða brúktar til at goyma brúkarastillingar fyri útsjóndina á heimasíðuni. Sum vanligar cookie-fílur verða flash cookies goymdar sum dátufílur á tíni teldu ella eind.

Innskotin URL: Vit kunnu brúka sporingstøkni, sum nýtir innskotin URL til at loyva tær at vitja heimasíðuna uttan at brúka cookies. Innskotin URL loyva avmarkaðum upplýsingum at fylgja tær, meðan tú nýtir okkara heimasíðu, men hesar eru ikki tengdar at persónupplýsingum og verða ikki goymdar, eftir at tú ert farin av síðuni.

Sporingspixel og líknandi tøkni: Á heimasíðu okkara kunnu vit brúka sporingspixlar og líknandi tøkni fyri at eyðmerkja serstakar brúkaravitjanir (mótvegis samlaðum hagfrøðiligum brúkaradátum) og í sambandi við marknaðarførslu. Sporingspixlar og líknandi tøkni kann eisini verða nýtt í okkara teldubrøvum og í lýsingum á alnetinum fyri at savna upplýsingar um, nær teldubrævið varð latið upp, ella nær trýst varð á lýsingina, umframt fyri at greina lýsingarátøk. Sporingspixlar og líknandi tøkni, sum verður nýtt á heimasíðu okkara, kann eisini verða nýtt til áhugamálsgrundaða marknaðarførslu. Upplýsingar, sum verða savnaðar við hesi tøkni, kunnu verða tengdar at teldupostbústaðnum hjá brúkaranum.

Widgets, knappar og amboð: Á heimasíðu okkara kunnu vera “widgets”, t.e. samvirkin smáforrit, sum veita tænastur frá triðjapartsveitarum (t.d. roknarar), umframt knappar ella onnur amboð, sum eru leinki til tænastur hjá triðjapørtum (t.d. ein “like” knappur). Widgets, knappar og amboð á heimasíðu okkara kunnu savna og sjálvvirkandi senda upplýsingar um teg víðari (t.d. tín teldupostbústað, IP-adressu ella kagaupplýsingar) til okkara ella til ein triðjapart. Hesi kunnu eisini leggja cookies á tína teldu ella eind. Hesar cookie-fílur eru antin neyðugar fyri, at viðkomandi widgets, knappar og amboð rigga, sum tey skulu, ella fyri at røkka øðrum endamálum, t.d. í sambandi við marknaðarførslu. Upplýsingar, sum verða savnaðar í hesum sambandi, verða viðgjørdar í samsvari við galdandi innan- og uttanhýsis reglur fyri viðgerð av persónupplýsingum.

Vit brúka greiningaramboð frá Google og Facebook. Tú kanst lesa meira um teirra viðgerð av persónupplýsingum her:

Soleiðis lata vit øðrum persónupplýsingar

Vit geva ikki triðjapørtum atgongd til tínar persónupplýsingar, um ikki: tú hevur umbiðið tað ella hevur givið loyvi til tess; tað er í sambandi við, at tú hevur teknað teg til tiltøk e.l.; okkum er við lóggávu álagt at lata upplýsingarnar víðari (t.d. til løgregluna ella aðrar myndugleikar); tað er neyðugt fyri at halda eina avtalu, sum tú hevur gjørt við okkum; tað er neyðugt fyri at verja okkara áhugamál ella áhugamál hjá okkara starvsfólkum viðvíkjandi rættindum, ognum ella trygd; upplýsingarnar skulu latast okkara samstarvsfelagum ella veitarum, sum veita tænastur okkara vegna; tað er neyðugt fyri at loysa trætumál, ella tað er til persónar, sum løgfrøðiliga eru heimilaðir at virka tína vegna (t.d. verjar ella sakførarar).

Verja av tínum persónupplýsingum

Fyri at verja tínar persónupplýsingar hava vit sett í verk fysisk, tøknilig og fyriskipanarlig trygdartiltøk. Vit eftirmeta og bøta áhaldandi um hesi trygdartiltøk og seta í verk nýggj tiltøk, t.d. í sambandi við tøkniligu menningina, bygnaðarbroytingar í samtakinum ella broytingar í okkara viðgerð av persónupplýsingum. Atgongd til tínar persónupplýsingar er avmarkað til bert at fevna um starvsfólk, sum í sambandi við ítøkiligar starvsuppgávur hava tørv á hesum. Umframt hetta fáa øll starvsfólk undirvísing í kunningartrygd og viðgerð av persónupplýsingum, so tey skilja týdningin av, at persónupplýsingar verða vardar, eins og tey í hesum sambandi skulu standa royndir. Vit hava somuleiðis bundið okkum til at handhevja okkara innanhýsis reglur fyri viðgerð av persónupplýsingum við at taka hóskandi starvsrættarlig stig, um reglurnar ikki verða fylgdar.

Goymsla og striking av tínum persónupplýsingum: Vit goyma tínar persónupplýsingar á tryggum servarum í Føroyum og í ES (Danmark). Vit goyma tínar persónupplýsingar, so leingi tað er neyðugt fyri at veita tær tænastur ella veitingar, fyri at røkka endamálunum, sum eru nevnd her ella í kunningarskrivunum omanfyri, fyri at svara tínum spurningum, fyri at loysa trætumál, fyri at halda sáttmálar, ella so leingi sum kundasambandið ella samstarvið er virkið. Upplýsingarnar verða strikaðar á ein hátt, sum tryggjar, at tær ikki kunnu endurskapast.

Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum enn teimum, sum standa her ella í kunningarskrivunum omanfyri um, hvussu og hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar ella um tíni rættindi viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Broyting og dagføring av hesum skjali: Henda síðan kann verða dagførd, t.d. orsakað av bygnaðarbroytingum í fyritøkuni ella samtakinum, broytingum í okkara tænastuútboði ella broytingum í okkara mannagongdum. Vit skila okkum rætt til at broyta hesa síðu uttan at boða frá tí á annan hátt enn við at dagføra síðuna. Av og á kunnu vit senda tær eina áminning um hesa síðuna og okkara viðskiftatreytir, men vit mæla tær til at vitja hesa síðu regluliga fyri at halda teg kunnugan við okkara viðgerð av persónupplýsingum.

Við at brúka heimasíðu okkara góðtekur tú treytirnar á hesi síðu. Um tú ikki góðtekur treytirnar, verður tú vinarliga biðin um ikki at brúka hesa heimasíðu ella tær tænastur, ið hoyra henni til. Tú góðtekur, at allar ósemjur viðvíkjandi viðurskiftum, ið eru lýst her, verða loystar í samsvari við føroyskan rætt.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini hevur tú rættindi í samband við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

  • Rætturin til innlit: Tú hevur rætt til at fáa innlit í tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg.

  • Rætturin til rætting: Tú hevur rætt til at fáa rangar upplýsingar um teg sjálvan rættaðar.

  • Rætturin til striking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa upplýsingar um teg sjálvan strikaðar, áðrenn okkara ætlaðu striking.

  • Rætturin til viðgerðaravmarking: Í summum førum hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av tínum persónupplýsingum avmarkaða. Um tú hevur rætt til at fáa viðgerðina avmarkaða, kunnu vit framyvir í útgangsstøðinum bert goyma persónupplýsingarnar.

  • Rætturin til dátuflutning: Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði, og at fáa hesar persónupplýsingar fluttar frá einum dátuábyrgdara til ein annan uttan forðing.

  • Rætturin til mótmæli: Tú hevur í summum førum rætt til at mótmæla okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.

  • Rætturin til ikki at vera fyri individuellari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð

Umbønin verður svarað skjótast gjørligt og í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er móttikin. Um serstøk viðurskifti so sum nøgd og torgreidni gera, at tað er ógjørligt at svara umbønini innan 4 vikur, kann tíðarskeiðið leingjast við 8 vikum. Tú fært serstøk boð frá okkum, um freistin verður longd, og tá umbønin er svarað.

Samband og kæra

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, ella um hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkara dátuverndarfólk:

Teldupostur: dpo@banknordik.fo
Oknarvegur 5, Postboks 3048
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 330 330

Um tú ert ónøgd/ur við, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar, og um tú metir, at úrslitið av tíni áheitan til okkara dátuverndarfólk ikki var nøktandi, kanst tú seta teg í samband við okkara kæruviðgera:

Teldupostur: jura@banknordik.fo
Att. Legal
Oknarvegur 5, Postboks 3048
FO-110 Tórshavn
Tlf. +298 330 330

Tú kanst eisini lata Dátueftirlitinum klagu:

Dátueftirlitið
Teldupostur: dat@dat.fo
Tinganes, Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: +298 309 101

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv