Kæruvegleiðing

Um tú vilt kæra eina avgerð hjá bankanum, vend tær so til tína bankadeild.

Bankadeildin viðger tína kæru, og um tú ikki tekur undir við niðurstøðuni, kanst tú seta teg í samband við løgfrøðiligu kærudeild bankans. Tú kanst biðja bankadeildina seta teg í samband við kærudeildina, ella tú kanst seta teg beinleiðis í samband við kærudeildina.

Ábyrgd av at viðgera kærur hevur løgfrøðideild bankans. Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við løgfrøðideildina umvegis bræv ella teldupost.

Um tú ynskir at fáa nærri kunning um møguleikan at kæra til Peningastovnskærunevndina (Pengeinstitutankenævnet), ert tú vælkomin at venda tær til løgfrøðideild bankans:


BankNordik
Att: Legal
Oknarvegur 5
Postboks 3048
FO-110 Tórshavn

Teldupostur: jura@banknordik.fo

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv