Bústaðarkonta 18-28 ár

Hugsar tú um at keypa, umbyggja ella umvæla bústaðin, er tað ein fyrimunur at hava samanspardan pening tøkan. Við eini bústaðarkontu verður tað fíggjarliga lættari bæði at keypa, at byggja og at byggja um.

 

Fyrimunir við eini bústaðarkontu

  • Positiv renta á innistandandi.
  • Tú kanst nýta peningin til bæði keyp og umvæling av bústaði. 
  • Tú kanst velja, hvørt tú setur eina fasta upphædd inn á kontuna hvønn mánað ella eina størri upphædd.

Hvussu nógv skal eg spara saman?

 

Fyri at fáa greiði á, hvussu nógv tú skalt spara saman, er gott at vita:

  • hvussu nógv tú hevur eftir hvønn mánað,
  • hvussu dýrur bústaðurin verður,
  • hvussu stórt lán tú kanst taka,
  • og um tú møguliga hevur eina upphædd frammanundan, sum tú kanst brúka.

Ofta settir spurningar

Hvør kann stovna eina bústaðarkontu?
  • Kundar millum 18 og 28 ár
  • Fleiri kunnu standa fyri kontuni og sostatt eiga hana saman.
Hvussu høg er rentan?
Sí rentuyvirlit her.
Er hámark fyri innistandandi upphædd?
Upphæddin á kontuni kann í mesta lagi vera 500.000 kr.
Hvat skal kontan brúkast til?
  • Eginpening í sambandi við bústaðarfígging
  • Keyp av ávíkavist grundstykki, sethúsum og íbúð
  • Sethúsabygging / íbúðarbygging
  • Umvæling og/ella umbygging av bústaði. Hetta fevnir eisini um bilhús, tún, garð, fast innbúgv t.d. køkur, gólv o.s.fr.
Eru avmarkingar í sambandi við útgjald?
  • Fyri at tryggja at peningurin verður brúktur til rætta endamálið, skalt tú skjalpróva hvat peningurin verður brúktur til, t.d. skeyti, tinglýsing, rokningar/kvittan fyri umvælingar.
  • Tað er gjørligt at fáa lutvíst útgjald, um peningurin verður nýttur til rætta endamál.
Hvat hendir um eg angri?

Um tú angrar og vilt nýta peningin til annað endamál enn til bústaðin, verður kontan gjørd um til eina kontu við uppsagnarfreist á tríggjar mánaðir,  og útgoldin renta verður tikin aftur. Um freistin ikki verður hildin, verður kostnaður lagdur á.

Fígging

Tað eru ymiskir mátar at fíggja nýbygging og  umvæling av bústaðnum.

Hvat kostar tað?

Les meira, og rokna teg fram til, hvussu nógv tú sannlíkt kanst læna?

Áðrenn tú byrjar

Tað er nógv at hugsa um og taka støðu til, áðrenn tú tekur endaliga avgerð.

Mand bygger vinduesparti

Orkusparandi ábøtur

Eitt nú kann tað minka um orkunýtsluna, um tú bjálvar og skiftir vindeygu.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv