Webinar
Hvønn mánað hava vit webinar, har vit viðgera ymisk evni, sum hava við vanlig fíggjarviðurskifti at gera. Her sært tú, hvørji webinar eru á skrá komandi tíðina.

Ert tú í iva um pensjón og lívstryggingar?
Lívið broytist og umstøðurnar broytast - og tað eigur tín pensjón og tín lívstrygging eisini at gera. Hjá okkum fært tú neyðugu ráðgevingina, og saman finna vit røttu loysnina til tín.
Ráðgeving, sum øll skilja
Skalt tú keypa bústað, fara undir útbúgving ella pensjónerast? Sama hvør tín støða er, hava vit eina haldgóða loysn júst til tín. Okkara fyrimunaskipanir, tænastur og ráðgeving verða lagaðar eftir tínum tørvi, og tí gerst tað lætt hjá tær at taka røttu avgerðina.
Tíðindi

Gott úrslit eftir eitt avbjóðandi ár
Hóast tær avbjóðandi umstøður, ið COVID-19 hevði við sær, eydnaðist tað BankNordik at røkka góðum úrslitum í 2020. Avlopið var 166 mió. kr., og skotið verður upp at gjalda 48 mió. kr. út í vinningsbýti.

Bræv sent av misgáum
Fleiri kundar hjá okkum og hjá hinum føroysku peningastovnunum hava fingið bræv um kundaupplýsingar og samtykki. Brævið er sent av misgáum, og talan er um eitt mistak hjá SDC, sum er KT-veitarin hjá føroysku peningastovnunum.