Nordik
Tá ið tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik-kundi, fært tú bestu ráðgevingina, ágóðan av rentufyrimunum og ókeypis tænastum.

Sum Nordik-kundi fært tú ikki bert fyrimunarligar rentur og ókeypis tænastur. Tú fært eisini persónliga ráðgeving við atliti at heildini í tínum fíggjarviðurskiftum.
Fá allar fyrimunir
Tá ið tú gerst Nordik-kundi kanst tú sostatt hava vissu fyri, at tú fært eina fíggjarliga heildarloysn. Tað er ómakaleyst og ókeypis at gerast Nordik-kundi - og fyrimunirnar fært tú alt fyri eitt. Sum Nordik-kundi fært tú ágóðan av nógvum fyrimunum.
Óansæð títt fyrimunarstig hevur tú altíð hesir fyrimunir:
- Ókeypis Netbanka
- Einki kontugjald
- Avsláttur av Visa/Dankort
- Avsláttur av Mastercard Standard
- Rentufyrimunir á útvaldum tænastum
Niðanfyri sært tú ítøkiligu fyrimunirnar og treytirnar fyri at gerast Nordik-kundi.

Soleiðis fært tú atgongd til fyrimunaskipanina
Fyri at gerast kundi í fyrimunaskipanini skalt tú hava lønarkontu og Netbanka í BankNordik. Harumframt skalt tú hava lán, kredittir og/ella íløgur hjá okkum fyri í minsta lagi 400.000 kr.
Tess meira tú savnar, tess fleiri fyrimunir
Her sært tú ymsu fyrimunirnar í báðum stigunum
Nordik - tvey stig
Nordik+*
- Sera góðar rentufyrimunir á útvaldum tænastum
- Visa/Dankort (eisini við persónligum sniði) - 10% í avsláttri
- Mastercard Standard - 10% í avsláttri
- Ókeypis Netbanka og onki kontugjald
- Tú skalt hava lán, kredittir og/ella íløgur hjá okkum fyri í minsta lagi 400.000 kr.
NordikPREMIUM*
- Bestu rentufyrimunir á útvaldum tænastum
- Visa/Dankort (eisini við persónligum sniði) - 25% í avsláttri
- Mastercard Standard - 25% í avsláttri
- Mastercard Gold - 25% í avsláttri
- Ókeypis Netbanka og onki kontugjald
- Tú skalt hava lán, kredittir og/ella íløgur hjá okkum fyri í minsta lagi 1.000.000 kr.

Spurningar og svar um Nordik
Hvussu gerist eg Nordik-kundi?
Kostar tað at gerast Nordik-kundi?
Hvørjar fyrimunir fái eg við Nordik?
Hvussu nógv spari eg við Nordik?
Hvørjar tænastur skal eg hava í bankanum fyri at gerast partur av Nordik?
- Salda á útlánum og kredittum
- Kursvirði á virðisbrævagoymslum hjá BankNordik, ið eru knýttar at Persónligari PensjónsRøkt, Persónligari OgnarRøkt, Ráðgevingaravtalu og serstøkum ognarrøktaravtalum
- Kursvirði á íløguprógvum frá íløgufeløgum, sum BankNordik samstarvar við
- Restskuld á DLR-realkredittlánum
Fyri at gerast partur av fyrimunaskipanini skalt tú hava lønarkontu og Netbanka í BankNordik. Harumframt skalt tú hava lán, kredittir og /ella íløgur hjá okkum fyri í minsta lagi 400.000 kr. til samans.
Tað er samlaða upphæddin á niðanfyri nevndu tænastum, ið avger, um tú kanst gerast Nordik+ ella NordikPremium-kundi:
Um samlaða upphæddin er millum 400.000 og 1 mió. kr., kanst tú verða Nordik+kundi. Er upphæddin omanfyri 1 mió. kr., kanst tú gerast NordikPremium-kundi.
Hvørjum viðurskiftum verður hugt at, tá ið tit kredittmeta meg sum kunda?
Hvar síggi eg galdandi prísir fyri Nordik?
Hvørja rentu kunnu tit bjóða mær, um eg gerist Nordik-kundi?
Kann eg gerast Nordik-kundi, sjálvt um restin av familjuni ikki er við?
Skipanin er ætlað einkultpersónum og familjum. Tú ert sjálvsagt vælkomin at melda teg til skipanina sum einkultpersónur. Um tín maki/familja eisini er meldað til skipanina, verða tit sett á stigið, ið svarar til tykkara samlaðu fíggjarviðurskifti. Øll í familjuni fáa somu ágóðar.
Kann eg siga upp avtaluna, um eg ynski tað?
Kunnu tit uppsiga avtaluna við meg?
Skipanin er galdandi í 12 mánaðir og verður sjálvirkandi longd 1. januar hvørt ár, um ikki annað er avtalað. Verður fyrimunaskipanin ikki longd, fella fyrimunirnir burtur við avtaluenda, og tú verður fevnd/ur av okkara vanligu privatkundatreytum.
Hvat kann gera, at tit uppsiga avtaluna við meg?
- BankNordik kann uppsiga fyrimunaskipanina við teg, um tað verður fráboðað 3 mánaðir áðrenn.
- Um tíni samlaðu fíggjarviðurskifti við bankanum ella metingin av tær og tíni familju broytist, kann BankNordik uppsiga fyrimunaskipanina við teg, um tað verður fráboðað 2 mánaðir áðrenn.
- Um tú gert brot á eina avtalu við BankNordik, kann BankNordik uppsiga fyrimunaskipanina við teg uttan fyriboðan.
Tú verður hereftir fevnd/ur av okkara vanligu privatkundatreytum, ið tú finnur í galdandi prísbók og rentuyvirliti.