Sort hvidt billede af famile med to børn

Hesar tænastur telja við í Nordik

Nordik er ein fyrimunaskipan, ið er sett soleiðis saman, at tú fært fleiri fyrimunir, jú meiri viðurskifti tú savnar hjá okkum.

Fyri at gerast partur av fyrimunaskipanini skalt tú hava lønarkontu og Netbanka í BankNordik. Harumframt skalt tú hava lán, kredittir og /ella íløgur hjá okkum fyri í minsta lagi 400.000 kr. til samans. 

Nordik+ ella NordikPremium?

Tað er samlaða upphæddin á niðanfyri nevndu tænastum, ið avger, um tú kanst gerast Nordik+ ella NordikPremium-kundi.

Um samlaða upphæddin er millum 400.000 og 1 mió. kr., kanst tú verða Nordik+kundi. Er upphæddin omanfyri 1 mió. kr., kanst tú gerast NordikPremium-kundi.

  • Salda á útlánum og kredittum
  • Kursvirði á virðisbrævagoymslum hjá BankNordik, ið eru knýttar at Persónligari PensjónsRøkt, Persónligari OgnarRøkt, Ráðgevingaravtalu og serstøkum ognarrøktaravtalum
  • Kursvirði á íløguprógvum frá íløgufeløgum, sum BankNordik samstarvar við
  • Restskuld á DLR-realkredittlánum


Fá meira at vita um galdandi treytir

Familie ser på verdenskort

Gerandisdagurin

Hvat kort skalt tú velja?

Legg fíggjarætlan

Keypa bústað