Barnasamansparing
Barnasamansparingin er ein bundin samansparing. Kontan er í minsta lagi bundin, inntil barnið verður 15 ár, og kann ikki sigast upp. Tá ið kontan verður stovnað, kunnu foreldur eisini velja at hava kontuna bundna uppaftur longri, t.d. inntil barnið verður 18 ár ella heilt til tað verður 21 ár. Við Barnasamansparing er sostatt vissa fyri, at innistandandi peningurin veruliga er tøkur, tá foreldrini ynskja, at peningurin kann takast út.
Barnið kann velja at taka upphæddina út í upp til ein mánað eftir, at bundna tíðarskeiðið er av uttan at siga kontuna upp ella rinda avgjald. Eftir at hesin mánaður er liðin, verður Barnasamansparingin sjálvvirkandi broytt til eina vanliga kontu við 3 mðr. uppsagnartíð.

Einfaldar reglur
Tá ið Barnasamansparingin verður stovnað, skalt tú minnast til at:
- Sáttmáli verður undirskrivaður
- Kontan verður stovnað í barnsins navni
Fastar flytingar ella vanlig inngjøld
Einki hámark er fyri inngjaldi á Barnasamansparingina, og setast kann inn á kontuna eftir ynski. Til ber at stovna fastar flytingar inn á kontuna, og eisini ber til at gera vanlig inngjøld.
Tá tit koyra eitt oyra í sparibússuna, gera tit eina íløgu í framtíðina hjá barninum. Ein munandi samansparing er ein gáva fyri framtíðina og kann t.d. brúkast til útbúgving, fyrsta bústaðin ella okkurt heilt annað.
Vøggugáva til barnið
Tá ið tú stovnar nýfødda barninum eina samansparing við fastari flyting, fær barnið eina Vitus sparibússu umframt eina fitta húgvu frá Steinum (stødd 6 mðr ella 12 mðr). Minst til at hava p-talskort, dóps- ella navnabræv og pass hjá øðrum av foreldrunum við, tá ið tú kemur inn í eina av deildum okkara at stovna samansparingina.
