Keypa bústað

Fyri fólk flest er eitt bústaðarkeyp ein sera stór avgerð og helst tann størsta íløgan, tá ið samanum kemur. Hvar vilt tú búgva? Leitar tú eftir einum rúmligum sethúsum við plássi til alla familjuna, ella kundi tú hugsað tær eina minni íbúð uttan nógv viðlíkahald? Og hvussu vilt tú hava ráð til at liva, tá ið tú ert vorðin sethúsa- ella íbúðareigari?

Ein stór avgerð

Annaðhvørt tú ynskir at kunna ferðast javnan ella hava ráð til okkurt serstakt frítíðarítriv, so er tað umráðandi, at tú eisini leggur upp fyri hesum, tá ið tú hugsar um at keypa bústað. Bústaðurin er tann størsta mánaðarliga útreiðslan hjá teimum flestu, og tí hevur keypið stóra ávirkan á tíni yvirskipaðu peningaligu viðurskifti.

Føroyskir pengar kontant

Hvussu nógv kanst tú keypa fyri?

Royn okkara roknara, ið kann geva tær eina ábending um tínar møguleikar.

Rokna her

Tosa við okkum í góðari tíð

Tosa við okkum tíðliga í tilgongdini, so vit kunnu hjálpa tær at røkka tínum máli. Vit hava drúgvar royndir við at ráðgeva øðrum í somu støðu og kunnu tí skjótt hjálpa við at geva tær eitt yvirlit yvir tínar møguleikar.

Sama um tað er fyrstu, aðru ella triðju ferð, tú ætlar at keypa ein bústað, so er nógv at hugsa um og taka støðu til. Ofta er talan um eina langa tilgongd, og nógv viðurskiftið eru, sum skulu umhugsast.

Góð ráð, tá tú skalt keypa fyrstu ferð

Les meira um, hvat tú serliga skalt hugsa um.

Lán til bústaðin

Hjá okkum kanst tú velja millum fleiri ymiskar lánsmøguleikar.

Keypa bústað í Danmark?

Vit kenna danska bústaðarmarknaðin og kunnu ráðgeva tær.

Umvæla bústað

Les meira um, hvat tú skalt hugsa um.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv