Visa/Dankort

Visa/Dankortið kann nýtast í fleiri enn 24 mió. gjaldstøðum kring heimin. Kortið er ómakaleyst at brúka m.a. í handlum, sjálvtøkum, matstovum og á netinum. Upp í 2.000 kr. kunnu takast út um samdøgrið. Samlaða nýtslan kann vera upp í 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar uttanlands og óavmarkað í danska ríkinum.

Rinda við telefonini
Rindar tú við kortinum gjøgnum Apple Pay, Google Pay, Fitbit Pay ella Garmin Pay kann samlaða nýtslan í mesta lagi vera 25.000 kr.

Soleiðis bíleggur tú eitt Visa/Dankort
Send eini boð til tín ráðgeva umvegis netbankan fyri at bíleggja kort. 

Myndakort
Fá eitt persónligt kort sniðgivið við einari mynd, sum tú velur. Les meira.

Sí nýtsluhámørk

Tvey kort við at ferðast

Tað er eitt gott hugskot at hava meira enn eitt gjaldskort við, tá tú fert uttanlands. So kanst tú kenna teg tryggari, um annað kortið verður burtur ella gerst óvirkið á ferðini. Skalt tú leiga bil, er tað skilagott at hava eitt kredittkort við, tí bilaútleigarar krevja ofta, at goldið verður við kredittkorti.

Mótmæli í sambandi við fjarkeyp

Er títt kort vorðið misnýtt, hevur tú í summum førum møguleika fyri at fáa pengarnar fluttar aftur, um keypið er framt á internetinum ella við post- og telefonordra. Tak niður skjal at fylla út viðvíkjandi mótmæli niðanfyri.

Sperra kort

Ofta settir spurningar

Mastercard

Eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv