Føroya Banka-savnið

Tann 18. januar 2017 setti Føroya Banki á stovn Føroya Banka-savnið og gav samstundis savninum 623 listaverk í gávu. Høvuðsendamálið við savninum er at varðveita og geva øllum áhugaðum atgongd til at síggja tey mongu áhugaverdu listaverkini, sum bankin hevur keypt gjøgnum árini. Harumframt er eitt av endamálunum at menna listasavnið og føroyska list.  

Sjálvsognarstovnur

Føroya Banka-savnið er skipað sum ein sjálvsognarstovnur, og tey 623 listaverkini í stovnsfænum vórðu virðismett til 5.040.000 kr. Umframt listaverkini lat bankin savninum 250.000 kr. í byrjanarpeningi og 150.000 kr. til árliga raksturin í 2017, 2018, 2019, 2020 og 2021.

“Vit hava tikið stig til at stovna Føroya Banka-savnið, til tess at fleiri kunnu fáa gleði av listaverkunum. Listagoymslan hjá bankanum er so mikið stór, at øll listin als ikki rúmast á bankadeildum og í bygningum okkara kring landið. Tí hava verkini ikki fingið ta sjónligheit, sum tey av røttum hava uppiborið, og hetta vilja vit nú broyta. Við nýggja Føroya Banka-savninum tryggja vit, at listin kemur til sín rætt og verður umsitin og viðlíkahildin á tryggan og virðiligan hátt,” segði Árni Ellefsen, forstjóri í Føroya Banka, í sambandi við stovnanina av savninum.

Føroya Banka-savnið skipar m.a. fyri sersýningum og lænir listaverk út til søvn umframt almennar og privatar stovnar. Á henda hátt kunnu verkini fáa nýtt lív og skapa gleði fyri øll, sum hava áhuga fyri list.

Vilt tú hava meira at vita?

Um tú vilt hava meira at vita um møguleikarnar fyri at leiga listaverk, kanst tú seta teg í samband við BankNordik-savnið við at ringja á tel: 22 43 03 ella senda teldubræv.

Serstøk játtan til føroyska nútíðarlist

Í 2020 gjørdi BankNordik av at lata BankNordik-savninum 150.000 kr. um árið til at keypa føroyska nútíðarlist fyri. Serstaka peningaliga játtanin hevur til endamáls at endurnýggja og framtíðartryggja savnið, so tað í størri mun endurspeglar nútíðina í listarligum høpi. Serstaka árliga játtanin verður í fyrsta umfari latin frá 2020 til 2024, og tað er stýrið fyri BankNordik-savnið, ið skal umsita stuðulsjáttanina og keypa listaverk til savnið. Í avtaluni er ásett, at árliga stuðulsupphæddin skal brúkast til at keypa nýggja føroyska upprunalist, ið er framleidd av virknum listafólkum.

BankNordik-savnid

Í stýrinum fyri BankNordik-savnið eru (frá vinstru) Helgi A. Fossádal, Guðrið Poulsen, Árni Winther og Jákup Simonsen.

Stýrið fyri BankNordik-savnið

BankNordik-savnið hevur fýra stýrislimir, ið gera uppskot til árligu skránna fyri virksemið hjá stovninum. Stýrið er sett saman soleiðis, at tað bæði umboðar kunnleika um føroyska list og innlit í fíggjar- og handilslig viðurskifti. BankNordik velur formannin, og Føroya Kommunufelag, Føroya Arbeiðsgevarafelag og LISA velja hvør sín stýrislim. Í stýrinum eru Helgi A. Fossádal, formaður, Jákup Simonsen, vegna Føroya Kommunufelag, Árni Winther, vegna Føroya Arbeiðsgevarafelag og Guðrið Poulsen vegna LISA.

Umframt at umsita og varðveita listaverkini í BankNordik-savninum er endamálið eisini at menna savnið og stuðla menningini av føroyskari list. Stýrið kann eitt nú velja at selja listaverk og brúka sølupeningin til keyp av nýggjum listaverkum. Listaverkini, sum Føroya Landsstýri sambært avtalu við BankNordik hevur forkeypsrætt til, eru ikki partur av BankNordik-savninum.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðsluna í BankNordik-samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Samfelagsábyrgd

Tað er ein natúrligur liður í virksemi okkara at taka samfelagsábyrgd.

Nevnd

Fá meira at vita um nevnd bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv