Avkast
Tað kann vera eitt gott hugskot at seta pening í virðisbrøv, tí at hetta kann geva eitt størri avkast enn innistandandi á kontu.
Á talvuni niðanfyri sæst, hvat avkastið hjá einum kunda í BankNordik við miðal váða hevur verið seinastu árini. Miðal váði merkir, at 50% av íløguni eru sett í partabrøv og hin helmingurin í lánsbrøv.
Talan er um nettoavkastið, tað vil siga avkastið aftan á, at kostnaður til íløgufeløg og bankan er rindaður.
Avkast
2015 |
2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 |
2021 2022 2023 (ÁTD) |
Avkast síðani 2014 |
9,20% |
4,14% | 5,97% | -3,21% | 13,04% | 1,50% | 10,76% -14,50% 3,87% | 32,12% |
Greitt yvirlit í Netbankanum
Sum kundi hjá okkum hevur tú tann fyrimunin, at tú hevur fult yvirlit yvir tínar íløgur. Í Netbankanum kanst tú fylgja við gongdini alt samdøgrið – tú kanst síggja avkastið av tínum íløgum, kostnaðir og kunning um einstøku íløguprógvini. Harafturat sært tú eisini feløg, sum íløgurnar eru gjørdar í.
Tú hevur sostatt fult yvirlit yvir, hvat avkastið av tínum íløgum er – bæði í Netbankanum og í Netbankanum sum app.