Nordik

Tá ið tú savnar tíni fíggjarviðurskifti hjá okkum og gerst Nordik-kundi, fært tú bestu ráðgevingina, ágóðan av rentufyrimunum og ókeypis tænastum.

Sort hvidt billede af famile med to børn

Sum Nordik-kundi fært tú ikki bert fyrimunarligar rentur og ókeypis tænastur. Tú fært eisini persónliga ráðgeving við atliti at heildini í tínum fíggjarviðurskiftum. Tá ið tú gerst Nordik-kundi kanst tú sostatt hava vissu fyri, at tú fært eina fíggjarliga heildarloysn. Tað er ómakaleyst og ókeypis at gerast Nordik-kundi - og fyrimunirnar fært tú alt fyri eitt. Sum Nordik-kundi fært tú ágóðan av nógvum fyrimunum.

Niðanfyri sært tú ítøkiligu fyrimunirnar og treytirnar fyri at gerast Nordik-kundi.

Par med to børn griner

Nordik - tvey stig

Nordik+*

NordikPREMIUM*

Lat okkum saman finna røttu loysnina

Fá allar fyrimunirnar við Nordik

Bílegg fund
Et par sidder til kunderådgivning

Spurningar og svar um Nordik

Hvussu gerist eg Nordik-kundi?
Tú meldar teg til skipanina umvegis tín ráðgeva í BankNordik. Tá ið bankin góðkennir umsókn og tilmelding, er tað við støði í eini ítøkiligari kredittmeting og fíggjarviðurskiftum tínum ella familjunnar við bankan. ”Familja” skal skiljast sum í mesta lagi 2 vaksin, ið eru skrásett at hava sama bústað umframt børn yngri enn 18 ár, ið búgva heima. 
Kostar tað at gerast Nordik-kundi?
Nei, tað er ókeypis at gerast Nordik-kundi.
Hvørjar fyrimunir fái eg við Nordik?
Á báðum stigum í Nordik fært tú rentufyrimunir á útvaldum tænastum. Tú fært ókeypis Netbanka og stóran avsláttur av kortgjøldum.
Hvussu nógv spari eg við Nordik?
Fyri at finna fram til tað stigið, ið hóskar til tín, og harvið vísa á ítøkiligar sparingar í tínum føri, er neyðugt at hava ein fund, har vit gjøgnumganga tíni fíggjarviðurskifti og talið á tænastubólkum. Út frá hesum kunnu vit síðani rokna út, hvussu nógv tú kanst spara.
Hvussu verða míni samlaðu fíggjarviðurskifti roknað út?
Hvørjum viðurskiftum verður hugt at, tá ið tit kredittmeta meg sum kunda?
Kredittmetingin verður framd við støði í ymiskum upplýsingum um teg, m.a. inntøkuviðurskiftum, ogn, skuld, nýtslu, aldri og fyrrverandi fíggjarviðurskiftum.
Hvar síggi eg galdandi prísir fyri Nordik?
Prísir, tænastur og fyrimunir eru at síggja í galdandi prísbók. Prísbókin er at finna her umframt á øllum deildum bankans.
Hvørja rentu kunnu tit bjóða mær, um eg gerist Nordik-kundi?
Fyri hvørt stigið er eitt rentuspenni ásett fyri útlán og kredittir, ið eru fevnd av fyrimunaskipanini. Tá ið tú meldar teg til Nordik, verður tú, út frá kredittmetingini, settur inn í rentuspennið á stignum, tú hevur meldað teg til. Rentuspennið sæst í prísbókini.
Kann eg gerast Nordik-kundi, sjálvt um restin av familjuni ikki er við?

Skipanin er ætlað einkultpersónum og familjum. Tú ert sjálvsagt vælkomin at melda teg til skipanina sum einkultpersónur. Um tín maki/familja eisini er meldað til skipanina, verða tit sett á stigið, ið svarar til tykkara samlaðu fíggjarviðurskifti. Øll í familjuni fáa somu ágóðar.

Kann eg siga upp avtaluna, um eg ynski tað?
Tú kanst til hvørja tíð siga teg burtur úr fyrimunaskipanini uttan freist. Vanligu prísir bankans eru galdandi frá tí degi, útmeldingin fær gildi. Prísir bankans eru at finna í teirri til hvørja tíð galdandi prísbók, ið er at finna á her umframt á øllum deildum bankans.
Kunnu tit uppsiga avtaluna við meg?

Skipanin er galdandi í 12 mánaðir og verður sjálvirkandi longd 1. januar hvørt ár, um ikki annað er avtalað. Verður fyrimunaskipanin ikki longd, fella fyrimunirnir burtur við avtaluenda, og tú verður fevnd/ur av okkara vanligu privatkundatreytum.

Hvat kann gera, at tit uppsiga avtaluna við meg?
  • BankNordik kann uppsiga fyrimunaskipanina við teg, um tað verður fráboðað 3 mánaðir áðrenn.
  • Um tíni samlaðu fíggjarviðurskifti við bankanum ella metingin av tær og tíni familju broytist, kann BankNordik uppsiga fyrimunaskipanina við teg, um tað verður fráboðað 2 mánaðir áðrenn.
  • Um tú gert brot á eina avtalu við BankNordik, kann BankNordik uppsiga fyrimunaskipanina við teg uttan fyriboðan.

Tú verður hereftir fevnd/ur av okkara vanligu privatkundatreytum, ið tú finnur í galdandi prísbók og rentuyvirliti.

Familie ser på verdenskort

Gerandisdagurin

Hvat kort skalt tú velja?

Legg fíggjarætlan

Keypa bústað

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv