EKF - ein møguleiki til útflutningsfyritøkur

Hjá okkum kanst tú fáa hjálp til at finna bestu loysnina, soleiðis at tú kanst víðka títt virksemi til marknaðir uttanlands uttan at seta teg í óneyðugan váða. Vit samstarva m.a. við EKF – Danmarks Eksportkredit, ið  tekur á seg fíggjarligan váða og har við hjálpir stórum sum smáum útflutningsfyritøkum at skaffa fígging. EKF hevur nærum 100 ár á baki og tað er danski staturin, sum eigur EKF.

Hvat kann EKF gera fyri tína fyritøku?

  • EKF kann veita BankNordik trygd, um tín fyritøka hevur tørv á nýggjum kreditti ella láni fyri at víðka um virksemi til marknaðir uttanlands. Sostatt kanst tú fáa fígging til tínar framtíðarætlanir fyri fyritøkuna.
  • EKF kann hjálpa tær og tínum útlendsku kundum at finna fígging. Til dømis kann EKF veita trygd til ein av tínum kundum, sum bara kann brúkast til at keypa vørur frá tær.
  • EKF kann veita tær trygd, um t.d. ein kundi tekur eitt keyp aftur ella fer á húsagang.

.

Vilt tú vita meira um møguleikarnir við EKF, ert tú vælkomin at seta teg í samband við tín ráðgeva.

Tú kanst eisini lesa meira á heimasíðuni hjá EKF www.ekf.dk.

 

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv