BankNordik selur sítt virksemi í Danmark

Stutt fyri jól varð kunngjørt, at Spar Nord keypir danska bankavirksemið hjá BankNordik. Orsøkin til søluna eru høgu kapitalkrøvini, ið skerja framtíðar kappingarførið hjá bankanum í Danmark.

Sølan hevur við sær, at frá 1. februar 2021 gerast allir kundar, ið eru knýttir at danska bankavirkseminum, kundar í Spar Nord.

Bæði privat- og vinnukundar í Føroyum og Grønlandi verða ikki ávirkaðir av søluni, og bankavirksemið hjá øllum okkara privat- og vinnukundum í Føroyum og í Grønlandi heldur fram sum vant.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv