Næmingur í BankNordik

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku. Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á. Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava eina miðnámsútbúgving.


Umsókn

Í umsóknini vilja vit fegin hava at vita:

  • Hví tú ynskir lærupláss

  • Hvørjar lærugreinir í skúlanum tær dámar best

  • Hvørji frítíðarítriv tú hevur

  • Møgulig arbeiði eftir skúlatíð ella í frítíðini

  • Okkurt um teg sjálva/n, sum tú metir hevur okkara áhuga

  • Navn, bústað, føðingardag og telefonnummar


Umsókn við lívsrensli (CV) og avritum av prógvum kann sendast til 
hr@banknordik.fo ella til: BankNordik, Starvsfólkadeildin, Oknarvegur 5, FO-100 Tórshavn.

Góð ráð til umsóknina

Nógv hava trupult við at skriva eina góða umsókn og eitt gott lívsrensl (CV), tí tað kann verða ringt at seta orð á, hvat man kann bjóða eini fyritøku, og hvat hevur givið íblástur til at søkja starvið. Tí hava vit sett nøkur góð ráð saman, sum vónandi kunnu hjálpa tær á veg. 

Les meira um útbúgvingina og møguleikar eftir lokna útbúgving

Spennandi starv

BankNordik er eitt sterkt norðurlendskt samtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi og tryggingarvirksemi í Føroyum. Hetta ger tað bæði avbjóðandi og fjølbroytt at starvast í bankanum. Møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru nógvir, og tú kanst skapa tær eina spennandi yrkisleið.

Eftir lokna lærutíð

Tá ið lærutíðin er av, ert tú útlærdur bankaatstøðingur og kanst søkja fast starv í bankanum. Fært tú fast starv í bankanum, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt.

Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.

Um útbúgvingina

Próvtøka

Løn og arbeiðstíð

Næmingur í bankanum

Tosa  við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv