Nýggjar ásetingar innan gjaldsavtalur og gjaldskort
22-12-2017

1. januar 2018 koma nýggjar ásetingar í gildi fyri allar Betalingsservice gjaldsavtalur og gjaldskortini Dankort, Visa/Dankort og Mastercard. Ásetingarnar verða broyttar orsakað av nýggjum EU-reglum, ið ávirka allar gjaldingar.

 

Hetta merkir, at tú ert enn betur tryggjað/ur móti eitt nú misnýtslu, stuldri og verjan av tínum samleika. Eisini lækkar sjálvsábyrgdin í sambandi við misnýtslu av tínum gjaldskorti frá 1.100 kr. til 375 kr.

 

Til ber at lesa nýggju ásetingarnar fyri Betalingsservice gjaldsavtalur her og fyri gjaldskort her.


‹ Aftur