Nýggi Netbankin
Kom væl frá byrjan
Her finnur tú hjálp til tær mest vanligu funkurnar í Netbankanum.
Vit hava deilt vegleiðingina í fýra bólkar. Um tú ikki finnur tað, tú leitar eftir í einum bólki, kanst tú skrolla longur niður.
Fá hjálp
Flytingar
Vanlig flyting
Soleiðis stovnar tú eina vanliga flyting:
- Trýst á bláa knøttin niðast í høgra horni.
- Vel "Flyt".
- Vel upphædd, kontu og móttakarakontu.
Føst flyting
Soleiðis stovnar tú eina fasta flyting:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Flytingar"
- Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar".
- Trýst á "+ stovna fasta flyting".
- Fyll út teigarnar og stovna flytingina.
Yvirlit yvir fastar flytingar
Soleiðis finnur tú yvirlit yvir tínar føstu flytingar:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar".
- Skrolla niður á síðuni. So sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
Broyt í fastari flyting
Soleiðis broytir tú í einari fastari flyting:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar føstu flytingar.
- Trýst á loddrøttu prikkarnar til høgru fyri flytingina, sum tú vilt broyta.
- Vel "Broyt".
Stovna gjaldsavtalu
Soleiðis stovnar tú eina nýggja gjaldsavtalu:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
- Trýst á "+ Stovna nýggja gjaldsavtalu" ovast í høgra horni.
- Fyll út teigarnar og trýst á "Stovna nýggja avtalu".
Yvirlit yvir gjaldsavtalur
Soleiðis finnur tú eitt yvirlit yvir tínar gjaldsavtalur:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Flytingar".
- Vel "Gjaldsavtalur og fastar flytingar". So sært tú eitt yvirlit yvir tínar virknu gjaldsavtalur.
Inngjaldskort
Soleiðis stovnar tú eina flyting við inngjaldskorti:
- Trýst á bláa knøttin niðast til høgru.
- Vel "Inngjaldskort".
- Skriva upphædd og vel hvørja kontu peningurin skal flytast av.
- Tøppa inn nummarið á inngjaldskortinum.
- Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.
Flytingar, ið skulu góðkennast
Í Útbakkanum liggja flytingar, ið eru klárar at verða góðkendar.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
- Vel "Flytingar". Har sært tú tær flytingar, ið liggja klárar í Útbakkanum til góðkenning.
Flyting útlond
Soleiðis gert tú fyri at stovna eina flyting til útlandið:
Soleiðis gert tú:
- Trýst á bláa knøttin niðast til høgru.
- Vel "Útlond" ovaliga á síðuni.
- Skriva upphædd og vel, hvørja kontu, peningurin skal flytast av.
- Vel móttakara og tøppa BAN/kontunummar ella BIC/Swift inn.
- Útfyll upplýsingar um flytingina, herundir navn og bústað hjá móttakara.
- Vel upphædd og valuta.
- Tryggja, at upplýsingarnar eru rættar og góðkenn flytingina.
Fá hjálp
Uppseting/funkur
Stovna Netbanka
Hevur tú ikki havt Netbanka áður?
Bílegg Netbankan her.
Hevur tú gamla Netbankan?
- Far inn á banknordik.fo/netbank.
- Trýst á "Rita inn".
- Rita inn við Samleikanum.
Tørvar tær hjálp at brúka nýggja Netbankan?
Fá hjálp her.
Innritan fyrstu ferð
Soleiðis ritar tú inn:
- Far inn á banknordik.fo/netbanki.
- Trýst á "Rita inn".
- Rita inn við Samleikanum
(hevur tú ikki Samleikan, kanst tú fylgja vegleiðingini niðanfyri)
Sí film her, hvussu tú ritar inn.
Soleiðis fært tú Samleikan á app
- Appin kann heintast ókeypis í App Store og Google Play.
- Áðrenn tú kanst brúka appina, skalt tú skráseta teg. Hetta gert tú beinleiðis í appini. Send síðani eina umsókn til brúkaratænastuna, sum viðger upplýsingarnar yrkadagar. Tú fært beinleiðis boð í appini, tá ið Samleikin er skrásettur og klárur at brúka.
Appin kann brúkast til at rita inn á teldur, telefonir og teldlar.
- Trýst á leinkið niðanfyri og tak appina niður.
Les meira um Samleikan her.
Fá Samleikan

Skiftir millum brúkarar
Soleiðis gert tú:
- Trýst á navnið í miðjuni á svarta bjálkanum ovast á skerminum.
- Vel avtalu við at trýsta á navnið.
Síggj fleiri avtalur í senn:
- Trýst á navnið í miðjuni á svarta bjálkanum ovast á skerminum.
- Set flugubein í kassan til vinstru fyri tær avtalur, sum tú vilt síggja.
- Trýst á "Vís" niðast til høgru í hvíta kassanum.
Klivin
Í Klivanum finnur tú:
- Tíni boð
- Tíni skjøl
- Útbakkan, har tú finnur flytingar, ið skulu góðkennast.
Undirskriva talgilt
Í Klivanum liggja tær avtalur, ið eru klárar at skriva undir. Tú kanst undirskriva beinleiðis inni í Klivanum. Sí vegleiðing niðanfyri.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
- Vel funkuna, sum tú hevur tørv á.
Soleiðis undirskrivar tú talgilt:
Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.
- Trýst á avtaluna, sum tú vilt undirskriva.
- Trýst á knøttin "Undirskriva".
- Les avtaluna gjølla.
- Set flugubein í kassan, tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna.
- Trýst á "Undirskriva skjøl"
- Góðkenn við Samleikanum.
Undirskriva talgilt
Soleiðis gert tú:
- Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.
Skriva undir:

Finn títt kundanummar
Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Skjalagoymsla".
- Lat eitt kontuavrit upp. Har finnur tú kundanummarið ovaliga í vinstru síðu (sí dømi niðanfyri).
Útbakkin
Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.
Soleiðis gert tú:
- Útbakkin liggur inni í Klivanum (klokkan ovast í høgra horni).
- Útbakkin liggur á forsíðuni. Um tú hevur flytingar, ið liggja klárar til góðkenning, sært tú tær á forsíðuni í Klivanum.
Skjalagoymsla
Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Skjalagoymsla".
Íløgur
Tíni gjaldskort
Tú hevur eitt yvirlit yvir tíni gjaldskort í Netbankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Tíni kort".
- Her sært tú eitt yvirlit yvir tíni kort. Tú kanst eisini síggja tína pin-kotu og sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
Síggj tína pin-kotu
Sum nakað nýtt, kanst tú síggja pin-kotuna til tíni gjaldskort.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Míni kort".
- Vel rætta kortið og trýst á "Sí møguleikar".
- Vel "Vís pin-kotu".
- Tryggja tær, at ongin annar sær, og trýst á bláa knøttin fyri at síggja tína pin-kotu.
Sperra kortið
Tú kanst sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Míni kort".
- Vel rætta gjaldskortið.
- Trýst á "Sí møguleikar".
- Vel "Sperra kort".
Broyt raðfesting av forsíðukontum
Tú kanst velja, hvørjar kontur tú vilt síggja á forsíðuni.
Soleiðis gert tú:
- Markera tær kontur, sum tú vilt síggja á forsíðuni, við stjørnuni á hvørjari kontu.
- Eisini kanst tú velja, um tú vilt hava konturnar vístar í eini røð ella í kassum.
Raða kontur í kontuyvirlitinum
Tú kanst velja í hvørjari raðfylgju tínar kontur verða vístar í kontuyvirlitinum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit".
- Trýst á fýrkantarnar ovaliga í høgru síðu.
- Hála konturnar í raðfylgjuna, sum tú vilt hava.
- Trýst á "Goym".
Broyt kontunavn
Tú kanst lætt broyta navnið á eini kontu.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit".
- Trýst á kontuna, tú vilt broyta navn á.
- Trýst á lodrøttu prikkarnar ovaliga í høgru síðu.
- Trýst á kontunavnið í hvíta kassanum, ið kemur fram.
- Strika gamla navnið og skriva síðani nýggja navnið á kontuni.
- Trýst á bláa knøttin fyri at goyma.
Boð til ráðgeva
Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í Netbankanum.
- Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis Netbankan.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni)
- Vel "Tíni boð"
- Skriva nýggj boð.
Boðtænasta
Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymiskum rørslum á kontuni.
Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.
Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.
Veljast kann millum hesi boð:
-
Boð frá peningastovninum
-
Boð um flytingar
-
Boð um saldu
GG!
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.
Stovna Boðtænastuna
- Rita inn í Netbankan.
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Trýst á "Tænastur".
- Vel "Boðtænasta".
- Trýst á "Stovna boðtænastu" ovast í høgra horni (bláur knøttur).
- Vel boð við at trýsta á regluna, so kemur ein valmynd fram.
- Trýst á "goym", tá ið tú hevur valt boðini, sum tú vilt virkja.
Les meira um Boðtænastuna her.
Kontulýsing og treytir?
Tú sært kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit"
- Trýst á ta kontu, sum tú vilt síggja treytir fyri.
- Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
- Vel "Kontulýsing" í kassanum, ið kemur fram.
Fá hjálp
Kontur
Kontuyvirlit
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit".
Broyt raðfesting av forsíðukontum
Tú kanst velja, hvørjar kontur tú vilt síggja á forsíðuni.
Soleiðis gert tú:
- Markera tær kontur, tú vilt síggja á forsíðuni, við stjørnuni á hvørjari kontu.
- Eisini kanst tú velja, um tú vilt hava konturnar vístar í eini røð ella í kassum.
Raða kontur í kontuyvirlitinum
Tú kanst velja raðfylgjuna, hvussu tínar kontur verða vístar í kontuyvirlitinum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit".
- Trýst á fýrkantarnar ovaliga í høgru síðu.
- Hála konturnar í ta raðfylgu, tú vilt hava.
- Trýst á "Goym".
Broyt kontunavn
Tú kanst lætt broyta navnið á eini kontu.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit".
- Trýst á kontuna, tú vilt broyta navn á.
- Trýst á lodrøttu prikkarnar ovaliga í høgru síðu.
- Trýst á kontunavnið í hvíta kassanum, ið kemur fram.
- Strika gamla navnið og skriva síðani nýggja navnið á kontuni.
- Trýst á bláa knøttin fyri at goyma.
Kontuavrit
Tú finnur øll tíni kontuavrit inni í Skjalagoymsluni.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Skjalagoymsla".
Kontulýsing og treytir?
Tú kanst síggja kontulýsing og treytir fyri allar tínar kontur.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Kontuyvirlit"
- Trýst á ta kontu, tú vilt síggja treytir fyri.
- Trýst á teir tríggjar prikkarnar ovast í høgra horni.
- Vel "Kontulýsing" í kassanum, ið kemur fram.
Fá hjálp
Samband
Boð til ráðgeva
Tú kanst trygt og lætt samskifta við bankan og tín ráðgeva í Netbankanum.
- Eisini kanst tú trygt senda persónligar upplýsingar umvegis Netbankan.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni)
- Vel "Tíni boð"
- Skriva nýggj boð.
Boðtænasta
Við Boðtænastuni er lætt at halda eyga við ymsum rørslum á kontuni.
Tú kanst velja ymisk boð, m.a. tá peningur er komin inn á kontuna, ella tá saldan kemur niður um ávísa upphædd.
Við Boðtænastuni kanst tú velja at fáa sms-boð ella teldupost um, hvat hendir á kontuni.
Veljast kann millum hesi boð:
-
Boð frá peningastovninum
-
Boð um flytingar
-
Boð um saldu
GG!
Fyri at tænastan kann skrásetast, skal fartelefonnummarið ella teldupostadressan hjá tær verða skrásett í bankanum.
Stovna Boðtænastuna
- Rita inn í Netbankan.
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Trýst á "Tænastur".
- Vel "Boðtænasta".
- Trýst á "Stovna boðtænastu" ovast í høgra horni (bláur knøttur).
- Vel boð við at trýsta á regluna, so kemur ein valmynd fram.
- Tá ið tú hevur valt tey boð, tú vilt virkja, trýst á "goym".
Les meira um Boðtænastuna her.
Klivin
Í Klivanum finnur tú:
- Tíni boð
- Tíni skjøl
- Útbakkan, har flytingar, ið skulu góðkennast, liggja
Undirskriva talgilt
Í Klivanum liggja tær avtalur, ið liggja klárar at skriva undir. Tú kanst undirskriva beinleiðis inni í Klivanum. Sí vegleiðing longur niðri.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
- Vel ta funkuna, tú hevur tørv á.
Soleiðis undirskrivar tú talgilt:
Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.
- Trýst á avtaluna, tú vilt undirskriva.
- Trýst á knøttin "Undirskriva".
- Les avtaluna/r gjølla.
- Tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna, set tá flugubein í kassan.
- Trýst á "Undirskriva skjøl"
- Góðkenn við Samleikanum.
Útbakkin
Útbakkin er ein goymsla við flytingum, ið eru goymdar sum kladdur, ið mangla at verða góðkendar.
Soleiðis gert tú:
- Útbakkin liggur inni í Klivanum (klokkan ovast í høgra horni).
- Útbakkin liggur á forsíðuni. Um tú hevur flytingar, ið liggja klárar til góðkenning, sært tú tær soleiðis á forsíðuni inni í Klivanum.
Undirskriva talgilt
Soleiðis gert tú:
- Trýst á Klivan (klokkan ovast í høgra horni).
Um tú hevur avtalur, ið eru klárar at skriva undir, eru tær sjónligar á forsíðuni í Klivanum.
Skriva undir:
- Trýst á avtaluna, tú vilt undirskriva.
- Trýst á knøttin "Undirskriva".
- Les avtaluna/r gjølla.
- Tá ið tú hevur lisið og skilt avtaluna, set tá flugubein í kassan.
- Trýst á "Undirskriva skjøl"
- Góðkenn við Samleikanum.
Skjalagoymsla
Í Skjalagoymsluni finnur tú øll skjøl frá bankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Skjalagoymsla".
Tíni gjaldskort
Tú hevur eitt yvirlit yvir tíni gjaldskort í Netbankanum.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Tíni kort".
- Her sært tú eitt yvirlit yvir tíni kort. Tú kanst eisini síggja tína pin-kotu og sperra kortið beinleiðis í Netbankanum.
Síggj tína pin-kotu
Sum nakað nýtt, kanst tú síggja pin-kotuna til tíni gjaldskort.
Soleiðis gert tú:
- Trýst á valmyndina (ovast í vinstra horni).
- Vel "Míni kort".
- Vel rætta kortið og trýst á "Sí møguleikar".
- Vel "Vís pin-kotu".
- Tryggja tær, at ongin annar sær, og trýst á bláa knøttinum fyri at síggja tína pin-kotu.