NordikPensjón
Pensjón er ein spurningur um tryggleika fyri teg og familjuna - bæði nú og í framtíðini. Hjá okkum kanst tú seta tína pensjón saman, so hon hóskar til títt lív og tíni ynski fyri framtíðina.
Rætta pensjónin til tín
Uttan mun til, hvat tú velur, kunnu vit hjálpa tær at seta røttu loysnina saman, soleiðis at tú kanst byrja at spara saman til pensjónstilveruna. Tá ið pensjónsaldurin nærkast, ráðgeva vit tær um, hvussu pensjónin skal útgjaldast, og hvussu samanspælið við almennu veitingarnar verður best.
Fá eina heildarloysn
Ynskir tú tær eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á, og har pensjónspakkin verður settur saman eftir tínum ynskjum og lagaður til júst tín tørv? So er NordikPensjón rætta loysnin til tín. NordikPensjón er samstundis landsins bíligasta pensjón.
Spar saman í góðari tíð
Annaðhvørt tú ynskir eina heildarloysn ella bert hevur tørv á einari pensjónskontu, kunnu vit hjálpa tær. Tú hevur eisini møguleika fyri at økja avkastið av tínari pensjón við at seta hana í virðisbrøv.

Fyrimunir við NordikPensjón
Við NordikPensjón fært tú eina røð av fyrimunum:
- Tú fært eina pensjón, sum tú hevur ávirkan á
- Tú hevur fult yvirlit og gjøgnumskygni við Netbankanum
- Tú stovnar NordikPensjón saman við tínum ráðgeva, sum kennir teg og tíni fíggjarviðurskifti
- Tú fært eina persónliga pensjónsskipan, ið verður sett saman eftir tínum ynskjum og lagað til júst tín tørv