Næmingur í BankNordik

Sum næmingur í BankNordik fært tú eina góða útbúgving í einari nýmótans og altjóða fyritøku. Lærutíðin er tvey ár og er bæði ástøðilig og praktisk. Útbúgvingin gevur góðar framtíðar starvsmøguleikar, eins og tú eftir lokna útbúgving hevur eitt sterkt grundarlag at byggja víðari á.

Fyri at fáa lærupláss í bankanum skalt tú hava miðnámsskúlaprógv, fyrimunur er um tú hevur virkisbúskap og støddfrøði á A støðið. Vit vænta, tú hevur áhuga fyri búskaparfrøði, ert sjálvstøðug/ur, málrættað/ur, búgvin og hevur hug at samskifta við nógv ymisk fólk. Sum persónur ert tú positivur, útvendur, forvitin og miðvísur, umframt at tú ert væl skipaður og megnar at halda greiðu á nógvum uppgávum samstundis.  Tað er ein fyrimunur, um tú hevur starvssroyndir innan kundatænastu.

Vit søkja næmingar til hesar deildir at byrja 1. september 2020

Tórshavn - Vágar - Saltangará - Klaksvík - Tvøroyri  

Les meira um útbúgvingina og møguleikar eftir lokna útbúgving

Tre unge mennesker i røde loungestole

Spennandi starv

BankNordik er eitt sterkt norðurlendskt samtak við bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi og tryggingarvirksemi í Føroyum. Hetta ger tað bæði avbjóðandi og fjølbroytt at starvast í bankanum. Møguleikarnir fyri persónligari og fakligari menning eru nógvir, og tú kanst skapa tær eina spennandi yrkisleið.

Eftir lokna lærutíð

Tá ið lærutíðin er av, ert tú útlærdur bankaatstøðingur og kanst søkja fast starv í bankanum. Fært tú fast starv í bankanum, eru fleiri møguleikar fyri víðari útbúgving. Eftir tvey ára lærutíð hevur tú lært nógv um bankavirksemi, men ikki alt.

Samfelagsgongdin sum heild og tøkniliga menningin hava við sær, at tú kanst útbúgva teg upp aftur betur. Vit mæla til, at tú gert hetta bæði fyri teg og bankan.

Um útbúgvingina

Fá meira at vita um hvussu útbúgvingin er skipað.

Próvtøka

Fá meira at vita um próvtøkurnar, ið eru knýttar at útbúgvingini.

Løn og arbeiðstíð

Hvussu nógv og hvussu leingi? Kunna teg um viðurskiftini her.

At vera næmingur í bankanum

Les um upplivingina og royndirnar hjá tveimum núverandi næmingum.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv