Starvsfólk

Tað er umráðandi fyri BankNordik sum arbeiðsgevara at varðveita og draga at sær dugnalig og heilhugað starvsfólk, sum hava áræði og førleika at reka eina virðisskapandi fíggjarfyritøku. Tí vilja vit skapa fyrirtreytirnar fyri einum góðum og avbjóðandi arbeiðsumhvørvi, har førleikamenning og trivnaðartiltøk støðugt styðja uppundir. Vit ásanna, at tað hevur stóran týdning, at okkara starvsfólk hava eina sunna javnvág millum arbeiðslív og privatlív, og eru tilvitað um, at trivnaðurin og heilsan hjá starvsfólkunum eru av størsta týdningi, um BankNordik-samtakið skal vera kappingarført í fíggjargeiranum í framtíðini.

Trivnaður og heilsa

Tað hevur avgerandi týdning, at tey, sum hava sína dagligu gongd í BankNordik, trívast og kunnu vera errin av at fara til arbeiðis. Starvsfólkini eru tað týdningarmesta tilfeingið hjá bankanum, og vit arbeiða alsamt við trivnaði, menning og tiltøkum, sum stimbra samleikan og mentanina hjá fyritøkuni.

Mentanarmáting

BankNordik ger eina árliga mentanarmáting, sum eggjar stavsfólkunum til at siga sína hugsan um ymisk viðurskifti í fyritøkuni. Endamálið er m.a. at fáa eina greiðari mynd av, hvussu sterk virkismentanin er, hvussu væl fyritøkan livir upp til egin virði, og hvørji tiltøk eiga at verða raðfest í framtíðini. Úrslitið í 2018 var 4,14 eftir stiganum 1-5 samanborið við 4,15 í 2017 og 3,9 í 2016. Hetta meta vit vera eitt gott úrslit.

BankNordik skipar regluliga fyri tiltøkum, sum hava til endamáls at fremja starvsfólkatrivnaðin. Harumframt eggjar BankNordik eisini starvsfólkunum til at liva sunt, m.a. við at hava fruktskipanir á øllum deildunum hjá bankanum og avtalur við venjingarmiðstøðir.

Fjølbroytni

Við atliti at leiðslusamansetingini er tað yvirskipaða atlitið hjá bankanum at tryggja, at tað eru tey, sum á sínum ábyrgdarøki hava teir bestu førleikarnar at taka sær av tí dagligu leiðsluni, sum manna leiðsluna. Bankin miðar eftir eini opnari og frælslyntari mentan, har tað, uttan mun til kyn, stendur starvsfólkunum í boði at gagnnýta sínar førleikar á bestan hátt við javnbjóðis møguleikum fyri yrkisleið og leiðslustørvum. Bankin hevur tó sett sær sum stevnumið, at hvørki kynið skal vera undirumboðað við eini javnvág, sum er minni enn 40 prosent í mun til 60 prosent. Við árslok 2018 var kynsbýtið á leiðslustigi í bankanum 31 prosent kvinnur og 69 prosent menn. Sostatt restar nakað, áðrenn BankNordik er komið á mál.

Útbúgving og menning

Tá ið førleikastigið í starvsfólkahópinum er høgt, er BankNordik kappingarførur. Tí virka vit alsamt fyri at menna okkara menniskjatilfeingi og soleiðis tryggja tilverugrundarlagið hjá bankanum og betra framtíðarmøguleikarnar hjá tí einstaka starvsfólkinum. Hvørt ár setur bankin eina munandi upphædd í at útbúgva nýggj starvsfólk og í eftirútbúgving, m.a. næmingaútbúgvingina og HD, 1. part, sum vit eggja øllum okkara atstøðingum til at taka.

Í sambandi við tær árligu starvsfólkamenningarsamrøðurnar, sum øll starvsfólk í bankanum taka lut í, umrøða vit menning og útbúgving. Á henda hátt fær tað einstaka starvsfólkið høvi at ávirka arbeiðsmenningina ein veg, sum bæði sampakkar við áhugan hjá starvsfólkinum og gagnar BankNordik.

Næmingar

BankNordik virkar eftir tí sannføring, at ástøðilig vitan lættari verður til veruleika, tá ið hon verður knýtt saman við praktiskum royndum. Tí er tað ein samfeldur partur av strategiini hjá bankanum støðugt at seta næmingar, starvsnæmingar og studentahjálparar ymsastaðni í fyritøkuni og soleiðis tryggja handilsrakstrinum og starvsliðsfunktiónunum ein støðugan streym av gávuríkum fólki. Samstundis sum ung og lesandi í nærsamfelagnum fáa møguleikan at royna seg og ogna sær fakliga vitan í einum spennandi arbeiðsumhvørvi, fær fyritøkan eitt betri flow og starvsliðið størri drívmegi.


Tre unge mennesker i røde loungestole

Hóast nógvir peningastovnar tey seinnu árini eru farnir frá at útvega sær næmingar, og í staðin eru farnir at seta fólk við ella uttan longri útbúgving, heldur BankNordik fram at útvega sær næmingar. Við árslok 2018 vórðu 16 næmingar í BankNordik-samtakinum. Vit vita av royndum, at fíggjarnæmingarnir hava stóran týdning fyri drívmegina í fyritøkuni og í stóran mun skapa samanhang og framhald í starvsfólkahópinum, við tað at teir ofta velja at halda fram í bankanum eftir lokna útbúgving.

Hóast tann støðuga menningin í bankageiranum ber í sær, at tað krevst alsamt meira av starvsfólkunum, halda vit í BankNordik onga orsøk vera at undirmeta týdningin, sum tann praktiski parturin av bankaarbeiðinum hevur. Tað er sanniliga umráðandi at hava breiða og sterka ástøðiliga vitan í fyritøkuni, men av tí at alsamt fleiri funktiónir í dag krevja serkunnleika, verða krøvini til praktiska venjing og royndir alsamt størri. BankNordik stuðlar starvsfólkum, sum velja eina øðrvísi útbúgvingarleið, og letur starvsfólk framhaldsútbúgva seg, meðan tey arbeiða í bankanum. Hetta gevur teimum bestu fyritreytir at taka seg fram á starvsleiðini, samstundis sum BankNordik fær ágóða av tí vitan og tí serkunnleika, sum tey vinna sær.

NordikKompetence

Í BankNordik vilja vit eisini ganga á odda, tá ið ræður um á nýskapandi hátt at loysa uppgávurnar betur. Okkara innanhýsis starvsfólkamenningarætlan, NordikKompetence, sleppur evnaríkum starvsfólkum í BankNordik-samtakinum at samstarva tvørtur um landamørk og kappast í toymum um at menna tær mest nýskapandi og effektivu loysnirnar. Loysnirnar kunnu fáa ávirkan á, hvussu BankNordik rekur sítt virksemi. Hvørt ár verða nýggj toymi gjørd, og endamálið er at fáa starvsfólkahópin at framleiða hugskot og hugsa nýtt. Tað evsta endamálið er at betra kappingarførið og styrkja støðuna hjá bankanum á tí norðuratlantiska marknaðinum. Á henda hátt kunnu starvsfólk allastaðni í samtakinum taka lut í virksemi, sum sampakkar við teirra áhugamál, og skapa nýggj hugskot, sum til ber at menna til veruligar loysnir.

Um samtakið

Les meira um virksemið hjá samtakinum.

Søga

Fá meira at vita um meira enn 100 ára gomlu søgu bankans.

Samfelagsábyrgd

Tað er ein natúrligur liður í virksemi okkara at taka samfelagsábyrgd.

Samtaksleiðsla

Fá meira at vita um leiðslu bankans.

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv