Fremmant gjaldoyra í okkara sjálvtøkum

Nú hevur tú eisini møguleika at taka út fremmant gjaldoyra í okkara sjálvtøku á Áarvegnum í Havn.

Í longri tíð hevur verið møguligt at taka út evrur í fleiri av okkara sjálvtøkum, og nú bjóða vit eisini eina tænastu, sum ger tað enn lættari hjá tær at taka út fremmant gjaldoyra. Í okkara sjálvtøku á Áarvegnum er tað nú møguligt at taka út:

  • Evrur

  • Pund

  • Dollarar

  • Krónur (einans danskar seðlar)

Staðsetingin av sjálvtøkunum ger tað lættari hjá tær at taka pening út við fráferð úr Føroyum. Tað er skjótt og lætt, og tú kanst taka út fremmant gjaldoyra alt samdøgrið.

Tá ið tú tekur út fremmant gjaldoyra, kann sjálvtøkan bert gjalda út seðlaslagið 20, og harafturat ber ikki til at taka út føroyskar seðlar í hesum sjálvtøkunum

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv