Fitbit Pay

Fitbit Pay er ein talgildur pengapungur, til tín ið hevur eitt Fitbit ur. Tú knýtur Fitbit pay at tínum urið, og síðani kans tú ómakaleyst og trygt gjalda við tínum Fitbit uri.

Tú mást hava eitt Visa/Danmkort ella Mastercard frá BankNordik fyri at brúka Fitbit Pay. Tú kanst gjalda við Fitbit Pay, um títt Fitbit ur styðjar Fitbit Pay.

Tak Fitbit appen á títt ur, har tú vanliga tekur niður appir, og knýt títt Visa/Dankort ella Masterkort, síðani er klárt at gjalda í handlum. Tú kanst gjalda Fitbit Pay í øllum handlum, har tað ber til at gjalda við gjaldskortum, ið hava nándfunku; t.d. tá ið tú rindar uttan at seta kortið í terminalin, men bert við at halda tað at terminalinum.


Stutt og greitt um Fitbit

  • Lætt og trygt at gjalda
  • Brúka Visa/Dankort ella Mastercard
  • Rinda í handlum, har tað vanliga ber ti lat gjalda við gjaldskortum við nándfunku

Soleiðis rindar tú við Fitbit Pay

Tað er skjótt og lætt at gjalda við Fitbit Pay. Tú trýstur á knappin á síðuni ella við at koyra fingurin eftir skerminum uppifrá og niður (alt eftir hvat slag tú hevur), og heldur urið yvir gjaldsterminalin í handlinum.  


Her kanst tú gjalda við Fitbit Pay

Tú kanst nýta Fitbit Pay á øllum kortterminalum, har hetta súmbolið verður víst:

Fitbit Pay og trygd

Tá ið tú rindar við Fitbit Pay, brúkar skipanin eitt serligt nummar, ið er knýtt at tínum tóli umframt eina serstaka keypskotu. Títt fulla kortnummar verður hvørki goymt á tínum tóli ella á servarum hjá Fitbit, og handlarnir fáa heldur ikki tínar upplýsingar. Fitbit Pay goymir ikki upplýsingar um tíni keyp, ið kunnu verða førd aftur til tín. Tað er sostatt bert tú, ið hevur vitan um, hvar og hvat tú hevur goldið við Fitbit Pay.

 


Spurningar og svar

Fitbit Pay

Hvar kann eg gjalda við Fitbit?
Í øllum handlum, ið hava ein gjaldsterminalvið hesum súmboli, ið er til nándkort: ))))

Við hvørjum telefonum kann Fitbit Pay brúkast?

Fyri at brúka Fitbit Pay, skalt tú pr. 1. oktober 2019 brúka: 

  • Fitbit Ionic
  • Fitbit Versa 2
  • Firbit Charge 3 (bert eindir við NFC flís)
  • Firbit Versa (bert eindir við NFC flís)
Kann eg brúka Fitbit Pay, um Fitbit appin liggur á telefonini hjá arbeiðsgevaranum?
Ja, tú skalt bara minnast til at strika Fitbit appina, um tú letur arbeiðsgevaranum telefonina aftur.
Síggi eg á kontuyvirlitinum, at eg havi goldið við Fitbit Pay?

Tá ið tú hevur goldið við Fitbit Pay, líkist tað einari vanligari kortgjalding. Tú sært sostatt ikki, at tú hevur goldið við Fitbit Pay. Í Fitbit appini sært tú tó eitt yvirlit yvir 10 tær nýggjastu Fitbit Pay-gjaldingar.

Tað riggar ikki at skráseta kortið, hvat skal eg gera?

Fyri at kunna skráseta kortið í Fitbit Pay mást tú kanna hetta:

  • Títt Mastercard ella VISA/Dankort skulu vera frá BankNordik
  • Um tað framvegis ikki riggar at skráseta kortið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 330 330.
Eg havi einki loynital fingið, og eg fái ikki skrásett meg
Um tú fært boð um at ringja til okkara, men ikki fært møguleika at velja at fáa eitt loynital við SMS, so er orsøkin, at vit ikki hava títt telefonnummar. Í tí føri má ein sjálvgreiðsluavtala fyrst stovnast, og eftir hetta kann rætta telefonnummarið verða stovnað, og tú kanst síðani royna aftur.
Eg havi fingið telefon, hvussu flyti eg míni kort til nýggju telefonina?

Tá ið tú tekur Fitbit appina niður á nýggju telefonina, verða tíni gjaldskort í Fitbit Pay sjálvvirkandi synkroniserað.

Er tað munur á, um eg rindi eina upphædd, sum er niðanfyri ella omanfyri 350 kr.?

Nei, Fitbit Pay riggar á sama hátt, sama hvør upphæddin er.

Er nakað hámark fyri, hvussu nógv eg kann gjalda fyri við Fitbit Pay?

Um tú rindar við Visa/Dankorti, kanst tú brúka í mesta lagi 25.000 kr. fyri hvørjar 14 dagar. Viðvíkjandi øðrum kortsløgum eru somu hámørk galdandi, sum á vanliga gjaldskortinum. Les meira um nýtsluhámørk.

Hvat geri eg, um telefonin hvørvur ella verður stolin?
Tað sama, sum tú gert, um vanliga gjaldskortið hvørvur ella verður stolið: Tú setir teg í samband við okkum, so vit kunnu sperra kortið. Tú kanst eisini gera tað sjálv/ur í Netbankanum. Soleiðis sperrar tú kortið.
Hvat kostar tað?

Tað kostar einki at hava Fitbit Pay, og eingi tænastugjøld eru á gjaldingum við Fitbit Pay.

Hvat skal eg hava fyri at brúka Fitbit Pay?

Tú skalt brúka:

  • eitt Fitbit ur, ið kann brúkast saman við Fitbit Pay
  • eina telefon har Fitbit appin er tikin niður á
  • eitt Mastercard ella Visa/Dankort

Hvat hendir, um eg striki míni kort í Fitbit Pay?

So strikar tú talgilda kortið og mást skráseta kortið umaftur í Fitbit Pay, um tú vilt kunna brúka tað. Tú kanst skráseta kortið í Fitbit appini.

Hví er mítt vanliga/talgilda kort sperrað?
Títt vanliga og talgilda kort eru knýtt at hvørjum øðrum. Tað vil siga, at um títt vanliga gjaldskort ikki er virkið, ber tað heldur ikki til at brúka kortið við Fitbit Pay. Er tað vanliga kortið sperrað, verður tað eisini sperrað í Fitbit Pay.
Hví fái eg einki loynital við SMS?
Eitt einnýtisloynital (OTP) er eitt fyribils loynital, sum verður sent sum SMS. Um tú ikki hevur fingið tað, er orsøkin helst, at telefonnummarið, sum er skásett hjá okkum, ikki er rætt.
Hvørji kort kann eg brúka saman við Fitbit Pay?

Tú kanst bæði brúka Visa/Dankort og Mastercard.

Hvussu nógv kort kann eg skráseta í Fitbit Pay?

Tú kanst skráseta 6 kort í Fitbit Pay.

Hvussu striki eg eitt kort í Fitbit Pay?

Tað kanst tú gera í Fitbit Pay appini.

Hvussu trygg er loysnin?

Fitbit Pay er ein sera trygg loysn, av tí at ongar upplýsingar um kortið verða goymdar á urinum, og at kortupplýsingar tí ikki verða sendar millum urið og gjaldsterminal. Sostatt er einki kortnummar, sum kann avlesast.

Umframt hetta verður framkomin tøkni til at brongla dáta brúkt.

Um kortið kortini verður misnýtt, ert tú líka væl tryggjað/ur sum við vanliga gjaldskortinum.

Urið skrásetur tá tú koyrir tað av og á. Tú tøppar loynitalilð inn, tá tú koyrir urið á. Fitbit Pay kann ikki gjøgnumføra eitt gjald, áðrenn loynitalið er tøppa inn. Loynital er ikki neyðugt til gjøld eftir hetta. Tá tú tekur urið av aftur, kann Garmin pay ikki brúkast.

Missir tú tína fartelefon, mást tú alt fyri eitt seta teg í samband við okkum, soleiðis at gjaldskortini í Fitbit Pay kunnu verða sperrað.

Hvussu velji eg, hvørjum korti eg vil gjalda við í Fitbit Pay?

Tað kortið, sum tú helst brúkar, er sjónligt. Hevur tú meira enn eitt kort í Fitbit Pay, kanst tú skifta til eitt annað kort við at flyta fingurin eftir skerminum, áðrenn tú skalt gjalda.

Kann eg gjalda við Fitbit Pay, hóast eg ikki havi netsamband?

Ja, gjaldingar við Fitbit Pay krevja ikki netsamband.

Kann eg gjalda við Fitbit Pay uttanlands?

Ja, tú kanst gjalda við Fitbit Pay í øllum gjaldsterminalum, sum taka ímóti nándgjaldi, t.e. kontaktleyst gjald - sama hvørjum landi tú ert í.

Kann eg gjalda við Fitbit Pay uttan at læsa telefonina upp?

Ja, tú skalt bara tendra skermin.

Kann eg skráseta míni kort til Fitbit Pay á telefonina hjá børnunum?

Nei, tíni kort eru persónlig, og tú skalt ikki lata øðrum upplýsingar um tíni kort. Tað stendur í treytunum.

Kunnu tveir persónar, t.d. makar, skráseta gjaldskort í sama Fitbit Pay?

Nei, Fitbit Pay er persónligt og eigur tí ikki at verða brúkt av ymiskum persónum.

Mítt vanliga gjaldskort gongur skjótt út. Hvat skal eg gera?
Tá ið tað nýggja kortið verður virkjað, verður ein dagføring sjálvvirkandi gjørd, soleiðis at tú kanst brúka kortið á Fitbit Pay sum vant.
Síggi eg eina Fitbit Pay-gjalding alt fyri eitt á kontuyvirlitinum?

Tá ið tú rindar við Fitbit Pay, er tað at rokna sum ein altjóða gjalding. Tí sært tú ikki gjaldingina fyrr enn nakrar dagar seinni - á sama hátt sum tá ið tú brúkar gjaldskort uttanlands.

Visa/Dankort

Eitt úttøku- og gjaldskort, sum kann brúkast kring allan heim.

Mastercard

Mastercard er eitt altjóða gjaldskort, sum kann nýtast um allan heim.

Góð ráð um kort

Tryggja tær, at kortið ikki verður misnýtt.

Sperra kort

Um kortið verður stolið, ella tú missir tað burtur.