60-ára konta

Eftirlønarlógin, sum kom í gildi í 2014, ber við sær, at tað ikki ber til at seta pening inn á 60-ára kontu longur. Í staðin skal gjaldast inn á eftirlønarkontu.


Útgjald

Pensjónin á gomlu 60-ára kontuni verður útgoldin í einum og kann útgjaldast, tá tú ert vorðin 60 ár. Peningur, sum er inngoldin á 60-ára kontu áðrenn 1. januar 2012 verður skattaður við 35% við útgjald. Peningur, sum er inngoldin frá 1. januar 2012, er skattaður við 40% við inngjald. Tekur tú peningin út í úrtíð, rindar tú 55% í skatti.

Íløgur í virðisbrøv

Tú hevur møguleika at gera íløgur í virðisbrøv við samansparda peninginum á gomlu 60-ára kontuni. Vit veita holla heildarráðgeving, tá ið íløgan skal gerast.

Tínir íløgumøguleikar
Føroyskir pengar kontant

Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv