Heini Thomsen nýggjur stjóri

Nýggi stjórin í samtakinum er statsaut. grannskoðari, og hann hevur m.a. drúgvar royndir við grannskoðan av fíggjarfyritøkum.

Í gjár boðaðu vit frá, at Turið F. Arge tekur við sum forstjóri, tá ið Árni Ellefsen fer úr forstjórastarvinum. Harumframt eru vit sera fegin um, at Heini Thomsen byrjar í starvinum sum stjóri í samtakinum tann 1. juli.

Heini Thomsen er statsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

Frá 1. juli verður nýggja stjórnin í samtakinum sostatt mannað av Árna Ellef-sen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.


Tosa við okkum

Tú ert altíð vælkomin at ringja til okkara

330 330

Send teldubræv