Netbankin sum app verður dagførdur
20-11-2017

Minst til at dagføra appina á telefonini í seinasta lagi 5. desember.

Vit dagføra Netbankan sum app, og í tí sambandi mást tú eisini dagføra Netbanka-appina á tínari telefon í seinasta lagi 5. desember fyri framhaldandi at kunna brúka Netbankan á telefonini. Endamálið við dagføringini er at tryggja, at Netbanka-appin er so trygg sum yvirhøvur gjørligt. Tú kanst dagføra appina frá 21. november. Fyri at kunna dagføra appina má stýrisskipanin á telefonini vera 9.3.5 ella hægri (iPhone) ella 5.0.0 ella hægri (Andriod).

 

Frá 1. desember letur Google Play (Android) ella App Store (Apple) sjálvvirkandi upp, tá ið tú roynir at innrita í Netabankan á telefonini. Hetta fyri at minna teg á at dagføra appina áðrenn 5. desember.

 

Ivast tú í, hvørja útgávu av stýrisskipanini tú hevur, kanst tú kanna tað á síðunum niðanfyri.

iOS (Apple iPhone):

 

https://support.apple.com/da-dk/HT201685

 

GG! Um tað ikki ber til hjá tær at dagføra til eina útgávu av stýrisskipanini, sum í minsta lagi er 9.3.5, vil tað siga, at Apple hevur mett tína telefon at vera ov gamla til at kunna brúka útgávuna.

iPhone 4 og eldri eru ov gamlar til iOS 9.3.5.

 

Android:

https://support.google.com/nexus/answer/4457705?hl=da

 

GG! Um tað ikki ber til hjá tær at dagføra til minst 5.0.0, vil tað siga, at tín telefonframleiðari (Samsung, LG o.s.fr.) hevur valt ikki at gera útgávuna tøka til tað slagið av telefon, sum tú hevur.

 

Um tú longu hevur Netbankan sum app í útgávuni 6.7.0, skalt tú einki gera, og Netbankin á telefonini riggar sum vant

 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at spyrja okkum  - ring 330 330 ella skriva til kundi@banknordik.fo.


‹ Aftur